Sveiggj ella rák

Sjónarmið

Signar P. Heinesen
??????
Týðandi trupulleikar í alivinnuni, týðandi trupulleikar í rækjuvinnuni, týðandi trupulleikar í fiskivinnuni, at kalla eingi nýggj virkisøki tey seinastu 15 árini og fleiri mist virkisøki annars. Og útlendingar keypa føroysk virkir. Hvør er lýsingin av hesi støðuni?
Tað orðið, sum vit oftast hoyra, er føroyska orðið sveiggj, sum á fremmand-um máli verður nevnt konjunkturar. Er hetta mest viðkomandi hugtakið til støðuna?
Sveiggj
Høvuðseyðkennið við sveiggi er, at í miðal yvir tíð er eingin broyting. Hóast hitin í juli mánaða í Tórshavn er ymiskur, rokna vit vanliga við, at í miðal yvir fleiri ár, er hitin á leið tann sami. Veruligi hitin kann samansetast av einum miðalhita og eini óvissu. Myndin, sum vit kenna frá Skriftini, eru tey sjey góðu árini og tey sjey vánaligu árini. Aldan - alduryggur og aldudalur - er annað væl kent hugtak.
Tá ið ábyrgdarfólk siga, at vinnuliga støðan í landinum er í einum sveiggi, siga hesir persónar meir enn vit ofta geva okkum far um.
Í einum sveiggi rokna vit vanliga við, at vinnan skal halda stand. Ikki so, at vinnan ikki skal tillaga seg, men í høvuðsheitum skal hon halda kós og um neyðugt nýta av uppsparda virðinum eins og Jósef á sinni, til tey góðu árini venda aftur.
Sum skilst á almennu upplýsingunum hevur alivinnan tey seinastu tvey-trý árini brúkt um 500 milliónir kr. í eginogn og bank-arnir umleið somu upphædd eftir hesum leisti. Higartil hevur eingin givið sær stórvegis far um at spyrja hví og hvør hevur ábyrgdina av hesum, hóast Búskaparráðið fyrr í ár legði upp til eina slíka eftirmeting og Sjónvarp Føroya royndi at nærkast spurninginum eina løtu. Hvussu nógv rækjuvinnan hevur nýtt havi eg ikki hoyrt. Okkurt bendir á, at reiðarar hava tikið avgerðir, sum ikki svara til eina meting um, at vit eru í einum sveiggi innan ta vinnugreinina, tó at onkur upp-skot eru um studning eftir hesum leisti.
Rák
Er ein broyting ikki í einum sveiggi, tá er hon helst í einum ráki. Høvuðseyðkennið er, at í miðal yvir longri tíð broytist støðan. Taka vit hitan sum dømi, verður í dag sagt, at miðalhitin á jarðklótuni hækkar og ein orsøk kann vera, at vit menniskju ávirka náttúruna og eru orsøk til eitt vakstrarhúsárin. Hetta er eitt rák. Á fremmandum máli verður hetta nevnt ein trend. Rákið er mangan trupult at staðfesta - og viðurkenna - serliga um sveiggini eru stór.
Í sambandi við alivinn-una, rækjuvinnuna, fiskivinnuna og helst aðrar vinnur við, er spurningurin, um hesar vinnur eru partur av einum ráki, sum føroyski parturin av vinnunum neyvan hevur møguleika at ávirka. Tað kann hugsast, at hesar vinnur eru tað, vit nevna "gamlar". Tað er, at heimsprísurin er so nær einum minstamarki fyri, hvussu nógv tað kostar at framleiða vøruna, at týðandi stórdriftsfyrimunir - ella aðrir fyrimunir - skulu til, fyri at tað loysir seg at framleiða vøruna. Spurningurin er tá, um vit í Føroyum hava slíkar fyrimunir. Ikki minni er spurningurin um okkara evni at meta um, hvar vit hava slíkar fyrimunir.
Eru vit í einum mótráki, rokna vit vanliga við, at týðandi broytingar krevjast í tí vit fáast við. Seinast, vit í Føroyum vóru í einum ráki, sum fekk altavgerandi týdning fyri okkara tilverugrundarlag, var helst í seinnu helvt av sjeytiárun-um, tá ið fiskimørk vóru sett kring heimin og havið ikki longur kundi troytast frítt. Eftir í hundrað ár at hava troytt fremmandar grunnar, vóru vit - at kalla eftir eini nátt - trýst inn á okkara egnu grunnar og at býta rættindi á okkara grunnum, við rættindi aðrastaðni. Hendan veruleika máttu vit tillaga okkum - og tað skipaðu tey fyri, sum tá ráddu fyri borgum.
Spurningurin er, um vit ikki áttu at havt verið í eini líknandi tillaging longu fyri 5-10 árum síðani. Spurningurin er, um okkara vinna er í einum mótráki, sum ikki stendur til at venda, hóast onkur sveiggj kunnu vera til okkara fyrimunar. Í sjeytiárunum vóru sjómark flutt við lóg og herskip vóru sett at ansa eftir. Tað rákið var ikki til at tosa seg uttanum.
Øðrvísi er kanska við tí ráki, vit eru í nú. Eingi herskip, eingin lóg og hópin av umberingum fyri ikki at átaka sær uppgávuna at taka við rákinum ?júst nú?. Vitanarsamfelag, altjóðagerðing o.a. eru orð, sum verða sett á altjóða rákið í løtuni. Men tað tykist trupult hjá okkum at finna eina ítøkiliga mynd av, hvønn leiklut Føroyar og føroyingar skulu hava í hesum meldrinum. Nógv bendir eisini á, at fjáltur er komin á mong, sum sita við onkran stýrisvøl. Tað er væl skiljandi.
Innanveggja og uttanveggja
Sveiggj ella rák kunnu vera uttanveggja - kunjunkturir og trendir. Tá ið fólk vanliga nýta orðini sveiggj og rák í búskaparligum samanhangi, er tað ein spurningur um, hvat hendir uttan fyri okkum sjálv. Men sveiggj og rák kunnu eisini vera innanveggja. Eitt innanveggja sveiggj nevna vit ofta hepni ella óhepni. Í onkrari leiðarasetan vóru vit heppin og í aðrari vóru vit óheppin. Í onkrari organisering vóru vit heppin, í aðrari óheppin. Okkurt prosjekt hepnast væl, annað hepnaðist minni væl. Hendan veruleika kenna flestu okkara.
Innanveggja kunnu vit eisini hava rák. Tá brúka vit viðhvørt orðingarnar "óndar ringrásir" og "góðar ringrásir". Tá ið alt gongur "á skeiva borð" og tá ið alt tykist "at hepnast". Í Danmark er tað helst McKinney Møller og forfedrar hansara, sum standa fyri onkursvegna at velja tann rætta hestin væl oftari enn tann skeiva. Hugtakið "ret-tidig omhu" hevur fingið kjøt og blóð í hesum felag. Øvugta dømið er helst ØK, sum eina tíð tyktist vera ímyndin av altjóða Danmark - og knappliga gjørdist hetta felagið ímyndin av skeivum avgerðum. Søgan um broytingarnar í Oticon (eitt danskt felag, sum er millum fremstu framleiðarar í heiminum at gera hoyritól) fyrst í nítiárunum er eitt dømi um, at alt kann "forloysast" við einum taki. Tann ónda ringrásin varð vend til eina góða ringrás eftir fáum mánaðum undir nýggjari leiðslu. Tann ónda ringrásin var í hesum føri treytað av persónum á ovastu rók.
Rákið innanveggja er næstan altíð bundið at persónum, sum gera munin. Á rætta borð ella á skeiva borð. Kring onkrar persónar tykist altíð standast rok og óndar ringrásir eru reglan heldur enn undantakið. Kring aðrar persónar tykjast sjógvarnir altíð at slætna.
Føroyar anno 2004
Sum eitt nýbrot í føroyskari umsiting hava vit í ár fingið tvey rit frá Búskaparráðnum. "Konjunkturfrágreiðing", oktober 2004 og "Inntøkustøðið í Føroyum - Hví eru vit so rík, men ikki eins rík og hini?", november 2004. Onnur viðgerð sveiggj og hin viðgerð rák. Vónandi verður hetta ein fastur táttur í røktini av okkara egna búskapi og vónandi gerst hetta við tíðini ein partur av felags fatan millum føroyingar.
Men hvussu tulka vit støðuna hjá Føroyum í løtuni? Um vit royna at tulka sveiggini burturúr, hvussu sær tá út við gongdini? Hvussu er rákið?
Í seinnu frágreiðingini frá Búskaparráðnum er ein mynd, sum vísir, hvussu lutfallið millum framleiðsl-una (BTÚ fyri hvønn borgara) í Føroyum og Danmark hevur verið í árunum 1966 til 2002. Myndin vísir eina gongd, sum helst ikki kemur óvart á mong okkara, at Føroyar síðani seinast í sektsiárunum hava megnað at koma sær væl og virðiliga inn í ríka partin av heiminum. Tað er neyvan bert grundað á studningin úr Danmark, at hendan myndin sær soleiðis út. Neyvan heldur sær myndin soleiðis út, bert tí Danmark var í einum mótráki nøkur av hesum árunum. Heldur sær myndin soleiðis út, tí fólk í Føroyum gjørdu sær ómak og við miðvísum arbeiði við einum og einum virkisøki "bygdu land".
Spurningurin er, hvussu vit tulka kreppuna fyrru helvt av nítiárunum og framgongdina seinnu helvt av nítiárunum.
Ein tulking kann vera, at kreppan var ein beinleiðis fylgja av skeivleikum gjørdir í áttatiárunum og framgongdin seinnu helvtina av nítiárunum ein fylgja av, at vit hava rættað flestu skeivleikarnar. Mangt í almenna kjakinum bendir á, at fleiri byggja sínar metingar út frá eini slíkari tulking.
Ein onnur tulking kann vera, at kreppan var ein fylgja av stóru framgongdini í sjeyti- og áttatiárunum. Skeivleikar gjørdir í áttatiárunum eru tá ikki høvuðsorsøkirnar til kreppuna fyrst í nítiárunum Eftir eini slíkari tulking kann framgongdin seinnu helvt av nítiárunum tulkast sum fylgjan av teim eftirliggjandi virðunum frá áttatiárunum, sum vóru undirmett - saman við methøgum fiskaprísum, stórum fiskanøgdum og nógvari aling. Eftir eini slíkari tulking eigur ein stagnatión ella niðurgongd næstu árini at geva okkum eitthvørt at hugsa um.
Eg havi ein varhuga av, at veruleikin er nærri seinnu tulkingini enn fyrru. Og eg havi ein varhuga av, at vit áttu at havt væl meira at hugsa um í hesum døgum, enn vit í roynd og veru gera.
At skyna á ráki og sveiggi er eitt gylt handverk. Ikki at duga hetta handverkið í eini leiðslu-støðu kann gerast lagnan hjá teimum, sum settu sítt álit á leiðsluna. Um tað er eitt land, eitt felag ella eitt húsarhald.