Svav ikki hjá unnustuni umrøddu fríggjanátt

Ákærdi hevur einki alibi fríggjanáttina, tá Dánjal Petur Hansen (Piddi) sambært ákæruvaldinum varð dripin.

Tað kom fram á rættarfundinum í morgun, tá fyrrverandi kona Pidda varð avhoyrd. Hon segði, at ákærdi maðurin svav ikki heima hjá henni og børnunum hesa fríggjanátt.

Saman við sær í rættinum í morgun hevur hon Jegvan Bæk, sálarfrøðing.

Hon greiddi frá, hvussu hon og ákærdi hittust. Tað var á Facebook at byrja við, men hann elti hana eisini í bili, og tað helt hon var rættiliga ótespiligt.

Men tey møttust so, og hon gjørdist skotin í honum.

Í rættinum í morgun avsannaði fyrrverandi kona Pidda, at hin ákærdi svav í húsunum hjá henni og børnunum fríggjanáttina, tá ákæruvaldið heldur upp á, at Piddi varð dripin. Ta náttina svav hin ákærdi heima hjá sær sjálvum.

Hetta høvdu hon og tann eina av døtrunum tosað um, eftir at hin ákærdi varð handtikin av løgregluni.

Tað kom eisini fram í rættinum, at hin ákærdi ikki hevði grett eitt orð um, at Skodabilurin varð stolin hesa fríggjanátt.

Avhoyringin av fyrrverandi konu Pidda í rættinum í morgun staðfesti eisini, at tey bæði ikki eru par longur.

Tað er Janus Dam Guttesen, sum hevur teknað hesa tekning í Føroya Rætti í morgun.