Frá at hava verið í fremstu røð sum málskjútti er Eli Hentze, sum hevur verið á fremsta B71 liðnum síðani 1986, nú á verjukendum miðvallarplássi. Hann hevur verið við, tá ið B71 hevur ferðast upp á tindin, niður í dalin og umaftur, og nú avbjóðingin er at fóta sær millum tey bestu, er hann framvegis við.
- Vit iðra okkum um úrslitið. Um marginalirnir vóru í okkara parti, so vunnu vit, men nú fingu vit einki. Tað er ómetaliga harmuligt. Leikliga avrikið haldi eg, at vit kunnu vera nøgdir við. Tað var eingin munur á liðunum, og NSÍ telist jú millum liðini, sum sokallaðu serfrøðingarnir rokna við fer at enda millum tey fremstu, staðfesti skilagóði B71 veteranurin.










