Svartur roykur rísur úr skorsteininum í Sixtinska kapellinum í kvøld, og tað merkir, at kardinalarnir enn ikki hava valt páva.
Í dag er fyrsti konklavudagur eftir deyða Frans páva í apríl, og hósdagin fara kardinalarnir framhaldandi at royna at velja ein páva.
Túsundtals vóru savnað á Pæturstorginum í Róm og bíðaðu eftir einum skelti frá konklavuni.
Fyrsta kvøldið á konklavuni er bara ein atkvøðugreiðsla millum kardinalarnar.
Komandi pávin skal hava stuðul frá tveimum triðingum av teimum 133 kardinalunum, svarandi til 89 kardinalar.
Hevði hvítur roykur verið, hevði tað merkt, at pávi var valdur.
Tað hevði tó verið ógvuliga undrunarvert, um hvítur roykur kom fram longu í dag. Tað er ikki hent í øldir, at ein pávi er funnin fyrsta dagin á konklavuni.
Kardinalarnir skulu - í fullkomnari isolatión uttan fartelefonir og onnur elektronisk tól - finna eftirmannin hjá Frans.
Atkvøðugreiðslurnar verða í Sixtinska kapellinum, har kardinalarnir fyrr í dag tóku tøgnseið.
Undir konklavuni búgva kardinalarnir í gistingarhúsinum Santa Marta í Vatikaninum, har Frans pávi sáli eisini búði, og í Santa Marta Vecchia bygninginum.
Miðallongdin á seinastu tíggju konklavunum hevur varað góðar tríggjar dagar, skrivar tíðindastovan Reuters. Ikki ein av teimum tíggju konklavunum vardi meira enn fimm dagar, og tann seinasta konklavan, sum valdi Frans páva í 2013, vardi bert tveir dagar.
Henda konklavan er tann størsta og mest altjóða konklavan nakrantíð. Umleið 70 lond og fimm meginlond eru umboðað.
Hetta er ein av orsøkunum til, at nógvir greinarar síggja tað sum eitt heldur óforútsiguligt pávaval uttan ein greiðan favoritt.
Men italski kardinalurin Pietro Parolin og filipinski kardinalurin Luis Antonio Tagle eru roknaðir sum fremstu valevni, skrivar Reuters.
Frans pávi andaðist 21. apríl 88 ára gamal.
/Ritzau/