Svartkjafturin minkar

Svartkjaftafiskiskapurin er heldur misjavnur nú og prísurin fellandi. Í seinastuni hava svartkjaftatrolararnir roynt á Íslandsrygginum íslendsku megin markið, men fiskiskapurin hevur verið heldur misjavnur.

Trý svartkjaftaskip hava verið á Fuglafirði teir seinastu dagarnar. Fagraberg hevði 2.930 tons, Jupiter 1.900, og Høgabewrg landaði umleið 2.000 tons.

Prísurin á svartkjafti hevur verið fellandi orsakað av viknandi mjølmarknaði og er nú á veg niður um eina krónu fyri kilo, verður sagt á Havsbrún.