Svartkjafturin í føroyskan sjógv í apríl

- Fyrsta svartkjaftalastin úr føroyskum sjógvi í fjør kom nakað fyri hálvan apríl, sigur Hartvig Joensen.

 

Enn gongur ein tíð, áðrenn svartkjafturin aftur kemur í føroyskan sjógv, og leiðarin á mjøldeildini hjá Havsbrún, Hartvig Joensen, veit at siga, at fyrsta svartkjaftalastin úr føroyskum sjógvi í fjør kom nakað fyri hálvan apríl.

 

- Síðan plaga skipini at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi til einaferð miðskeiðis í juni mánaði.

 

Hann vísir á, at tá svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv, er væntandi, at føroysku uppsjóvarvirkini fara at frysta fiskin til matna, og tá kann Havsbrún í besta føri vænta sær onkra last - ella partar av last - ið kortini gerst ov gomul til matvøru.

 

Hartvig Joensen sigur, at tá svartkjaftavertíðin er av, plaga uppsjóvarskipini at fara á makrelveiði, og seinni aftur verður vanliga farið á sild.