Svartkjafturin horvin eftir tveimum árum

Útflutningurin av svartkjafti í 2009 var so lítil samanborið við 2007, at hann er at kalla horvin eftir bert tveimum árum. Virðið fór úr 184 milliónum í 2007 niður í 52 milliónir krónur í 2008 og víðari niður í bert 30,6 milliónir krónur í 2009.

Sostatt útfluttu vit í 2009 svartkjaft fyri bert ein sættapart av tí, vit útfluttu svartkjaft fyri í 2007.

Samstundis sum útflutningurin av svartkjafti er minkaður 41 prosent frá 2008 til 2009, minkaði úrflutningurin av toski 33 prosent, hýsu 42 prosent, rækjum 22 prosent, markeli 13 prosent og sild 11 prosent. Útflutningurin av øðrum fiskasløgum minkaði 16 prosent.

Tað eru hinvegin laksurin, sílini og upsin, sum hála tølini uppeftir í 2009.

Vit útfluttu fyri 1,2 milliard krónur av laksi í 2009, sum er 47 prosent meira enn í 2008. Útflutningurin av sílum vaks 27 prosent og útflutningurin av upsa góð 15 prosent.

Útflutningurin tilsamans, um skip, flogfør og annað tílíkt ikki verða tikin við, vaks eitt prosent frá 2008 til 2009, úr 3718 milliónum krónum upp í 3760 milliónir krónur.