Hetta er tíðin, tá svartkjafturin plagar at ferðast úr føroyskum sjógvi og suður í ES-sjógv.
- Hetta er vanlig gongd, og vanliga kann svartkjaftur fiskast í føroyskum sjógvi til út í endan av januar og kanska eina viku ella so inn í februar.
Tað sigur Dávid Jacobsen hjá Varðanum í Gøtu.
Hann veit eisini at siga, at svartkjafturin kemur norður yvir aftur í seinnu helvt av apríl, og tá plagar fiskiskapurin at taka seg upp aftur í føroyskum sjógvi.
9000 tons
Í síðstu viku, tá Sosialurin tosaði við Dávid Jacobsen, visti hann at siga, at tey trý skipini hjá felagnum, sum hava svartkjaftakvotu, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter, hava seinastu tíðina roynt á Munkagrunninum.
- Skipini hava gjørt umleið tveir túrar í part í januar og hava lagt veiðina upp til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Svartkjafturin verður seldur av landinum til minkafóður.
Dávid Jacobsen sigur, at skipini hava havt umleið 1500 tons hvønn túrin og hava soleiðis fiskað eini 9000 tons av svartkjafti tilsamans higartil í ár.










