Tað hevur ikki gingið illa hjá Havsbrún í Fuglafirði í ár at fáa fatur á rávøru til sína mjøl-og fóðurframleiðslu. Okkurt árið gekk enn betri, men tað vóru eisini ár, tá tað gekk so nógv verri.
Í dag hevur Jupiter landað umleið 2500 tons av svartkjafti, og tá teir vórðu lidnir at landa Jupiter, skuldi Norðingur sleppa framat. Norðingur hevur umleið 2000 tons av svartkjafti.
Onkuntíð hoyrir tú fólk spyrja, hví ikki allur svartkjafturin verður frystur til matna sum mannaføði heldur enn, at hann fer til mjøl-og fóðurframleiðslu, nú vit hava trý uppsjóvarvirki í Føroyum.
Myndin er ikki so einføld. Eitt er, hvussu langir túrarnir eru, og annað er, hvussu long siglingstíðin til lands er. Men, uppsjóvarvirki hava eisini gjørt royndir við at frysta svartkjaft til matna.
Tá svartkjaftur endar á Havsbrún, gerst hann týðandi partur av fóðurframleiðsluni, sum eitt nú er grundarlagið undir laksaalingini og bæði feskum og hágóðskaðum laksavørum.