Samráðingar
Tað er alneyðugt, at vit avmarka veiðuna eftir svartkjafti í Norðuratlantshavi, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum. Men hann er ikki samdur við útrokningum, sum fiskifrøðingar hava gjørt. Teirra niðurskurður er ov stórur, heldur landsstýrismaðurin.
Tá fiskiveiðusamráðingarnar við íslendska fiskimálaráðharran verða í dag, verður eitt av høvuðsmálunum veiðan eftir svartkjafti, sigur Jørgen Niclasen. Eitt annað stórmál er sjálvandi botnfiskakvota føroyinga undir Íslandi.
Svartkjafturin
Svartkjafturin er sera týdningarmikkil í øllum samráðingum okkara, sigur landsstýrismaðurin. Hann ásannar, at veiðan í fjør var í meira lagi. Tí er alneyðugt at minka hana, metir hann.
Svartkjafturin er ikki kvoteraður, og føroyingar og íslendingar hava higartil eisini fiskað frítt inni hjá hvørjum øðrum. Í fjør fiskaðu vit umleið 50.000 tons í íslendskum sjógvi, meðan íslendingar fiskaðu 145.000 tons hjá okkum sigur Jørgen Niclasen.
Fiskifrøðingarnir mæla til at linka hetta trýstið, og tí eru politikararnir eisini samdir við. Men ikki heilt samdir um tølini kortini, sigur Jørgen Niclasen, sum heldur, at frøðingarnir vilja skerja í meira lagi.
Samlaða veiðan av svartkjafti í fjør lá um góða hálvaaðru millión tons. Fiskifrøðingarnir mæla til at hon fer niður um 400.000 tons tilsamans í Norðuratlantshavi.
Tað heldur Jørgen Niclasen verða í so nógv skorið. Veiðan í føroyskum sjógvi var 430.000 tons í fjør.
Men hann sigur kortini, at tað skal ein munandi skerjing gerast.
At undirstrika álvaran í hesum vísir hann á, at bæði Noreg og ES hava sett sær sjálvum kvotu av svartkjafti. Og teir hava skorið hana við 30 prosentum í ár.
Uttan at hann vil siga tað nágreiniliga, letur Jørgen Niclasen tí skilja, at hansara ynski, nú samráðingar fara at verða, man liggja har á leið.
Svartkjafturin er fiskur, sum hevur alstóran týdning fyri samlaðu fiskiveiðina hjá føroyingum. Ikki bara tað vit fiska av sjálvum stovninum. Men so sanniliga alt tað, vit fáa í býti fyri hann aðrastaðni.
Eitt nú flakatrolararnir eystan fyri liva at kalla av hesum býtinum, eins og hann hevur sera stóran týdning fyri bæði nótaskipini og ídnaðarskipini. Eisini upp til tækjuskipini undir Eysturgrønlandi røkkur svartkjafturi í og við at vit fáa rækjukvotuna frá ES í býti við svartkjaft.
Íslandskvotan
Botnfiskakvotan undri Íslandi verður sum vera man eisini eitt stórmál í samráðingunum i dag.
Føroyingar fingu í fjør 5.600 tons av rundum frá íslendingum. Umframt 80 tons av kalva. Fyri einki.