Eftir áheitan frá Føroyum er avgerðin um svartkjaftakvotuna næsta ár útsett 14 dagar Føroyar hava fingið samráðingarnar um svartkjaftin útsettar í tvær vikur, men støðan er ikki góð, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, við útvarpið hjá Krtingvarpinum.
Hann sigur, at vit koma niður á eitt støði, sum er øgiliga trupult hjá Føroyum at liva við. Hann vísir á, at svartkjafturin hevur sera stóran týdning fyri okkum sum samfelag, og tí er spurningurin, hvussu tað verður býtt, tá nøgdirnar gerast so smáar.
ICES hevur skotið upp, at svartkjaftakvotan verður í mesta lagi 408.000 tons. Verður tað úrslitið, fáa føroyingar 106.000 tons, og tað er ikki nóg mikið at lata russum í býti við toskin úr Barentshavinum.
Strandalondini hittast aftur um 14 dagar at umrøða svartkjaftin.









