Tað er greið ósemja millum andstøðuna og samgonguna í vinnunevndini um avgjald skal leggjast á svartkjaftin.
Landsstýrið hevur skotið upp, at fyri hvørt kilo av svartkjafti skulu 20 oyru gjaldast í landskassan.
Vinnunevndin hevur skrivað álit í málinum og málið kemur til viðgerðar mánadagin.
Meirlutin í vinnunevndini - sum er minnilutin í tinginum - mælir frá at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum og grundgevir við, at svartkjafturin er ein bíligur fiskur, har avgjaldið fer at vera eini 25 prosent av samalaða virðinum.
Minnilutin í vinnunevndini mælir hinvegin til at samtykkja uppskotið, tí tað fer at eggja tila t fáa meira burturúr fiskinum.










