Svartkalvi og havtaska góðan prís

Eit garnaskip og ein trolbátur, sum seldu á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í dag, fingu góðan prís fyri ávikavist svartkalva og havtasku. Hinvegin var prísurin á øðrum fiski misjavnur.

Tilsamans seldi marknaðurin góð 27 tons, og tann størra helvtin, 15 tons, var svartkalvi hjá einum garnaskipi, sum hevði sett eystanfyri. Fyri hann fingu teir 32,89 krónur í meðal fyri kilo.

Trolbáturin, sum hevði verið á Skeiva Banka, hevði góð trý tons av havtasku, og hann fekk knappar 39 krónur í meðal fyri kilo fyri hana.

Góð trý tons vóru av toski og góð tvey tons av hýsu. Toskur III fór fyri 15,73 krónur og toskur I fyri 14,46 krónur, og meðalprísurin á hýsu II var 9,99 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 27 tons, sum fóru fyri 670.000 krónur.