Svartiper spøkir í Sarpugerði

Hóast Víkingur hevur vunnið 12 tær seinastu ferðirnar, so er møguleiki fyri, at víkingarnir ikki fara at vinna heiðurmerki

Tað er lagt upp til stóran fótbóltsdag í Klaksvík. KÍ bjóðar til stóran fagnaðardag. Lagt verður fyri klokkan 13, og tiltakið ætlast at vera liðugt klokkan 19.

 

FM kvinnur og menn verða heiðrað, og størsta løtan verður, tá FM vinnararnir fara at dystast við Víking, sum er næstfremst á talvuni.

 

Víkingur hevur vunnið 12 tær seinastu ferðirnar og á øllum hinum í deildini og eisini KÍ. Tað var 11. august í Sarpugerði, tá ið støðan eftir eitt korter var 2-0, og Víkingur vann 2-1. Hetta var fyrsta og higartil einasta tapið hjá KÍ í landskappingini. Tað vil siga, at KÍ hevur ikki enn tapt á heimavølli. KÍ hevur spælt 12 heimadystir, og úrtøkan er 10 sigrar og tveir 1-1 javnleikir – ímóti 07 Vestur og B68.

 

Hóast Víkingur hevur vunnið 12 ferðir á rað og er næstfremst, so er møguleiki fyri, at Víkingur fer at enda á fjórða plássi. Soleiðis verður tað, um Víkingur einki stig vinnur í dag, og um B36 og HB fara at vinna sínar dystir.

 

-Okkum dámar væl at spæla ímóti KÍ og serliga væl í Klaksvík. Tað er sera týdningarmikið fyri okkum at vinna atgongumerki at spæla í Europa, og tí er tað neyðugt hjá okkum at vinna, sigur Atli Gregersen liðformaður hjá Víkingi.

 

Allir spælararnir hjá Víkingi eru tøkir uttan Martin Klein Joensen. Hann hevur brotið rivjabein og verður ikki við í dag. Hann fer nú til Íslands at spæla og verður ikki at síggja á liðnum hjá Víkingi eftir ársskiftið.

 

KÍ vann hóskvøldið 3-0 í Conference League heimadysti ímóti Olympija Lubljana úr Slovenia.

 

-Hóast vit longu hava tryggjað okkum FM heitið, so hevur tað stóran týdning fyri okkum at runda landskappingina av við sigri á heimavølli. Vit fara at spæla við besta liðnum, og so fáa vit at síggja, hvussu spælararnir vera fyri eftir framúr avrikið hóskvøldið, segði KÍ venjarin Magne Hoseth eftir sigurin hóskvøldið.

 

Odmar Færø var sjúkur hóskvøldið og ikki á vøllinum. Heini Vatnsdal loysti Odmar av hóskvøldið:

 

-Heini stóð seg sera væl hóskvøldið. Men hann hevur ikki vant so nógv, síðani hann kom fyri seg eftir skaðan, og tí verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu ímóti Víkingi, segði Magne Hoseth í samrøðu við FM1.

 

Jonn Johannesen er framvegis skaddur.

 

Stinni miðverjin Vegard Forren hevur boðað frá, at hann ikki fer at halda fram í KÍ. Tí verður dysturin í dag tann síðsti hjá honum í Klaksvík. Tað er ógreitt, hvussu tað verður við fleiri øðrum KÍ spælarum. Eitt nú málverjunum Nils Jonatan Johansson og Markus Olsen Pettersen, Luc Kassi og Sivert Gussiås.