Í Danmark hava Færdselsstyrelsen og bussfyritøkan AC-trafic (ACT) í felag gjørt eina roynd við "svørutm kassum" í 50 av bussunum hjá ACT.
Endamálið við "svørtu kassunum" er at tryggja týðandi upplýsingar um koyringina hjá bussunum t.d áðrenn eitt óhapp.
Um ein av bussunum kemur út fyri einum óhappi av einum ella øðrum slagi, ber til at fáa upplýsningar úr "svarta kassanum", sum vísa ferðina hjá bussinum, um hann bremsaði, hvussu ljósføringin var o.l.
Bæði Færdselsstyrelsen og ACT vænta, at bussførararnir fara at ansa betur eftir, tá teir koyra, og koyringin harvið verður tryggari við "svørtu kassunum", tá bussførararnir vita, at upplýsingarnir verða brúktir, um teir t.d. koma út fyri einum óhappi.
"Svørtu kassarnir" hava nú verið í brúk í eitt hálvt ár, og tað sær út til, at bussførarnir hjá ACT hava góðtikið, at teir eru í bussunum, og føla teir seg tryggar við tí.
Royndirnar frá verkætlanini eru at finna á heimasíðuni: www.fstyr.dk.
.