Svarti Deyði

Svarti Deyði, eg hoyrdi at hetta er arbeiðstittulin á stuttfilmi hjá ungum praktikanti i Kringvarpinum.

Johan Mortensen, valevni hja Tjóðveldi
---------

Áhugin fyri filmi er sera nógv vaksandi og longu nú síggja vit talent sum Heiðrik av Heygum, Sakaris F. Stórá og Anton Petersen gera seg galdandi. Sera spenn­andi verður tann 11. desember, tá ein rúgva av nýggjum stuttfilmum hava frumframførslu í Norðurlandahúsinum og heiðurslønir verða givnir.
Tað er mín vón at 11. desember fer at verða byrjanin til eitt Havnar Oscar tiltak og vónandi leggur støði til ein altjóða Filmfestival í Havn. Um­framt tað listaligu upp­livi­ngina hevur ein Film­festi­valur stóran fíggjar­ligan týdning fyri ferða­mannavinnuna.
Komi eg í býráðið, vil eg arbeiða fyri at bæði Klippfisk og films­listin fær munandi betri umstøður at ar­beiða undir. Partur av Tórshavnar Komm­unu­skúla eigur at verða latin til filmsvinnuna.
Eg gleði meg til 11. desember, til Svarta Deyða og til nógvar nýggjar føroyskar film­ar.