Svartfugl á húkin

Norska Matvørueftirlitið hevur heitt á fólk um ikki at fiska í Oslo-fjørðinum, tí vandi er fyri, at svangur svartfuglur tekur húkin

Noreg

 

Einaferð spurdi ein danskur ferðamaður, sum stóð í Vágsbotni og eygleiddi ein mann, sum seldi royttan og svidnan fugl á marknaðinum: ”Hvad er det for en fisk...?”

Danin kendi ikki mun á fugli og fiski.

Mangir spurningar kunnu vera undarligir, tá fólk ikki vita betur, og mangar avgerðir um fugl og fisk kunnu tykjast undarligar - sæð við okkara eygum.

Herfyri heitti norska Matvørueftirlitið á fólk um ikki at fiska í Oslo-fjørðinum, tí vandi var fyri, at svangur svartfuglur tekur húkin.

Nógvir túsund deyðir svartfuglar eru sæddir í Oslo-fjørðinum seinastu tíðina, og norðmenn halda, at fuglurin er ”blástur” inn í fjørðin í illveðri, sum var í Skagerak.

Teir fuglar, sum vóru sæddir á lívi í fjørðinum, vóru útmaktaðir og desperatir eftir at fáa fatur á føði.

Beinleiðis orsøkin til, at Matvørueftirlitið heitti á fólk um ikki at fiska í Oslo-fjørðinum, var vandin fyri, at svartfuglurin tekur húkin.

Tað er Fiskaren, sum ber hesi tíðindi úr Noregi.