Við at fara eftir øllum, tryggjaði samgongan at einki hendi á ríkisrættarliga økinum!
Ongantíð í søgu Føroya hevur nakað val verið so tvinnað at ríkisrættarligu støðu okkara sum seinasta val og ongantíð fyrr hevur nøkur samgonga stíla so høgt eftir at náa størri sjálvræði, ja enntá fullveldið, sum núverandi samgonga.
Óndar tungur?
Tá samgongan var blivin skipað var greitt, at síða 1 í samgonguskjalinum, setti kós eftir fullveldi fyri Føroyar, áðrenn árið var av. Samstundis vóru lyfti til andstøðuna um at samgongan var tilreiðar at gera breiðar semjur. Tey mest svartskygdu vildu vera við, at um stevnumiðið hjá samgonguni ikki bleiv bloytt eitt sindur, so vóru ikki vónir fyri nógvum broytingum yvirhøvur.
?fingu rætt
Onkur kaffifundur var hildin við andstøðuna, men greitt var skjótt at samgongan vildi ikki sleppa sínum meiriluta rætti til einsamøll at seta út í kortið. Her bleiv eingin semja uttan at andstøðan kom við í leypin og tað vildi hon so ikki. Úrslitið var at samgongan fór "einsamøll" niður at krevja skjødið uppá Føroyar, sum teir eftir øllum at døma, hildu lá á Kristiansborg.
Sjón fyri søgn
Nú eru so gott trý ár farin ? og vit vita hvussu leikur hevur gingið. Vælvildin frá donsku stjørnini hevur verið til at yvirsíggja og samgongan, ið sum á brimfjøl reið á bæði veljara- og bankaendurgjalds-alduni, byrjaði at merkja at sandur var við at koma undir føturnar aftur. Ein fyri og annar eftir leyp av síðu eitt og tað er ikki ov nógv sagt at ein skal hyggja runt allan ríkirrættarliga sjónarringin, áðrenn ein kann fanga bjargingarbeltini, sum ymsu flokkarnir í samgongu hava tveitt út millum ár og dag.
Pessimistarnir fingu rætt
Tey sum um summari ?98 gittu at úrslitini á ríkisrættarliga økinum fóru at vera soltin, hava í stóran mun fingið rætt. Tað er veruliga blivið so galið at samgongan við síni vantandi samstarvsvilja, hevur tryggja at næstan einki er hent ríkisrættarliga. Við hesum er samgongan í verki havna innanfyri Sambandsflokkin, ið av illum, var tilreiðar at samráðast um alt innanfyri ríkisfelagskapin.
Eingin endurtøka ? takk!
Tað er ikki meira enn gott ár til vit aftur skula seta krossin. Onkur vil hava valið til eina endurtøku av seinasta vali, men tað er lítið spennandi at uppliva søguna endurtaka seg við ov stuttum millumbilum; serliga um skeiðið skal vera so fruktaleyst sum hettar. Tó undan málinum sleppa vit ikki, tí enn er eingin loysn funnin.
Lærupeningurin
Tað er ringt at spáa um hvør verður sigursharrin á einum komandi vali, hóast tað tykist sum ríkisfelagskapsflokkarnir hava munin í løtuni. Tó, líka mikið hvat úrslitið verður, so má tað verða einum og hvørjum greitt, at eitt stórmál sum okkara ríkisrættarliga støða, ikki má leggjast á ov fáar lunnar. Tað er neyðugt at søkja semju uppá kostnað av ikki at fáa alt sítt, men vinningurin er at málið verður loyst og hond kann takast í annað ið liggur á lánið. Og tað er ikki so lítið?