»Svarta einkjan aftur ákærd

Julia Lynn Turner kann vænta sær deyðarevsing, verður hon funnin sek í at hava beint fyri unnusta sínum

Randy Thompson og Glenn Tuner doyðu ávikavist í 2001 og í 1995. Teir høvdu eitt felags. Báðir høvdu livað saman við Julia Lynn Turner.
Fyri tveimum árum síðani varð hon dømd fyri at hava beint fyri Glenn Turner, sum hon var gift við. Almenna frágreiðingin í 1995 var, at Glenn Turner doyði av einum hjartatilburði.
Bara eina viku eftir, at hon var vorðin einkja, flutti Julia Lynn Turner saman við Randy Thompson, men øll vistu, at tey høvdu verið meiri enn væl í fleiri mánaðir. Í 2001 doyði Randy Thompson. Hildið varð, at hann var deyður av hjartaslagi, men myndug­leikarnir gjørdu av at grava líkið av Glenn Turner upp­aftur fyri at kanna tað av nýggjum.
Læknarnir komu eftir, at bæði líkini høvdu eitt evni, sum verður brúkt í frostløði, og fyri tveimum árum síðani bleiv Julia Lynn Turner dømd fyri at hava beint fyri Randy Thompson. Hon kærdi dómin til hægri rætt. Nú er ”tann svarta einkjan”, sum hon verður rópt, eisini ákærd fyri at hava beint fyri Glenn Turner. Málið kemur fyri rættin í vikuni.