Higartil hevur verið fullsett til allar sýningarnar av sjónleikinum »Pør«, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag spælir í Spaniastovu, har alt meira ella minni er innrættað sum ein gamaldags ensk pubb.
Tað er heldur ikki so løgið, tí hesin svarti skemtileikurin eftir enska dramatikaran, Jim Cartwright, gongur fyri seg eitt heilt vanligt kvøld á eini pubb í einum norðurenskum býi, og fyrst og fremst lýsir leikurin harða og náðileysa veruleikan hjá arbeiðaraklassanum.
Leikurin er settur saman av pallmyndum við parinum, sum rekur pubbina, og samrøðum millum ella einarøðum frá fleiri av teimum, sum eru gestir. Pubbin hevur sæð sínar bestu dagar, og tað hevur hjúnalagið hjá eigarunum eisini.
Tú kennir hitan og tað heimliga, men undir skinninum hómast sorg og beiskleiki, sum í áravís hava ávirkað hjúnini og samlív teirra. Alt verður sett upp í ein spíss, so ikki ber til at láta sum einki, tá teirra lívsvanlukka verður drigin fram, samstundis sum ein streymur av menniskjum og lagnum fer framvið alt hetta, meðan ferðin verður meira og meira uppskrúvað.
Sjálvt um tað er ein bretskur rithøvundi, ið hevur skrivað leikin, og hann gongur fyri seg í einum sera enskum pubbumhvørvi, er tað eingin forðing fyri at fáa nógv burturúr, tí tey flestu kenna annaðhvørt seg sjálvan ella onnur aftur í teimum sera beinraknu leiklutunum.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur hesa vikuna sýningar av leikinum bæði í kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið klokkan 20 og sunnukvøldið klokkan 19.
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen