Fyrispurningarnireru hesir:
1. Hvussu nógv børn standa á bíðilistanum á branagarðsøkinum?
2.Nær verður barnagarðstørvurin í kommununi vantandi nøktaður?
3.Hvussu er/verður aldurs- og kynsbýtið á barnagarðsøkinum?
4.Hvussu er við Frítíðarskúlum? Eru ætlanir um at víðka hann til eisini at umfata 2. og møguliga 3. flokk?
1) Sambært Trivnaðarstjóranum í kunnandi teldu-brævið tann 26. mars 2003, vóru 221 børn á bíðilistanum til barnagarðsøkið í kommununi tann 13. mars 2003.
Fyri stuttum, frætti undirritaða um barn, sum nýligani er uppskrivað á bíðilistan. At viðkomandi hevur fingið bræv frá Snarskivuni, har upplýst verður, at barnið stendur omanfyri nr. 500. Um hetta er rætt, so má eg spyrja hvussu tað ber til, at bíðilistin veksur so nógv uppá so stutta tíð? Um hetta ikki er rætt, er so nakað galið við uppskrivingarskipanini?
2)Tað hevur fleiri ferðir verið upplýst, at barnagarðstørvurin verður nøktaður í 2004! Sambært fyrr nevnda skrivið frá trivnaðarstjóranum, verða 242 fleiri pláss komandi ár. Hesi pláss nøkta ikki tørvin, um so er at bíðilistin í dag er omanfyri 500 børn. Hvørjar ætlanir eru um at loysa trupulleikan, um tey ætlaðu plássini ikki eru nøktandi.
3)Sum støðan er nú, koma børnini á stovn sambært nummarinum á bíðilistanum. Stovnurin hevur
als ongan møguleika at ávirka kyns- og aldursbýtið á stovninum ella stovuni. Hetta hevur sera óhepnar avleiðingar við sær, eitt nú at børn, ið hava aldur til vøggustovu mugu flyta upp í barnagarðarnar. Ella umvent, at eitt barn, sum av røttum skuldi farið í barnagarð, noyðist at halda fram í vøggustovuni, tí pláss ikki er í barnagarðinum. Eitt vøggustovupláss kostar foreldrunum munandi meira enn eitt barnagarðspláss, so tað hevur eisini fíggjarligar fylgjur við sær.
4)Í álitinum "Børn og ung í Tórshavnar kommunu" frá 1996, ið er samtykt av Býráðnum, stendur: "?at Frítíðarskúlin skal víðkast til eisini at fevna um 2. og 3. flokk, samstundis sum hann fær hóskandi karmar at virka undir". Ætlar borgarstjórin at fylgja hesi samtykt? Um so er at ætlanin er at fylgja samtyktini, hvussu langt eru ætlanirnar so komnar?
Svar uppá fyrispurningarnar:
Viðv. punkt 1: Hvussu nógv børn standa á bíðilistanum á barnagarðsøkinum?
Bíðilistin tann 22.10.2003:
Tað standa 139 børn bíðilistanum, sum eru børn uttan ansing og eru yvir 1/2 ár, harav 6 eru barnagarðsbørn, sum hava fingið bjóða pláss, men øll taka ikki av.
Viðv. uppskrivingini á høvuðsbíðilistan, so er tað nummarið á tí samlaða bíðilistanum, ið verður givið barninum. Hetta eru øll børn á bíðilistanum, eisini tey frá 0 til 1/2 ár, umframt øll børn sum eru í dagrøkt, tá tey framhaldandi standa á bíðilistanum til stovnspláss, á jøvnum føti við børn uttan ansing. Her eru eisini tey, ið ynskja ansing seinni enn í dag, og tí verður nummarið nakað høgt á høvuðslistanum.
Viðv. punkt 2: Nær verður barnagarðstørvurin í kommununi vantandi nøktaður?
Sitandi samgonga setti sær fyri at nøkta barnaansingartørvin í hesum valskeiðnum, og verður tørvurin nøktaður eftir summarfrítíðina 2004. Eisini setti býráðið sær fyri at nøkta barnagarðstørvin fyrst, tvs. at øll børn yvir 3 ár skuldu fáa stovnspláss, og er tað málið rokkið.
Í Kollafirði verða 40 barnagarðspláss tøk 1. nov. í ár og í sept. 2004 verða 127 nýggj stovnspláss latin upp. Harafturat koma 56 nýggj stovnspláss fyrst í 2005.
Viðmerkjast kann, at bíðilistin er stytst beint eftir summarfrítíðina, tá stovnarnir hava tikið nýggj børn inn, men síðan veksur bíðilistin alt árið, um ikki fleiri stovns- ella dagrøktarpláss koma afturat.
Viðv. punkt 3: Hvussu er/ verður aldurs- og kynsbýtið á barnagarðsøkinum?
Sambært upptøkureglunum koma børnini inn eftir nummarinum á bíðilistanum og á tann stovn, sum foreldrini hava ynskt, og ynskini hjá stovninum verða síðan gingin á møti, um tað er gjørligt.
Hesar broytingarnar í upptøkureglunum hava ført við sær, at aldurin á børnunum í vøggustovunum er hægri enn hann fyrr hevur verið, tí tað eru tey eldru børnini, sum hava staðið longst á bíðilista, ið fyrst sleppa inn á stovn, meðan tey yngru fara í dagrøkt.
Tað eru fleiri børn í dag í vøggustovu, sum hava aldur til barnagarð, men tað er ikki pláss í barnagarðinum. Tá tørvurin verður nøktaður, verður aldursbýti meira javnt á stovnunum. Kynsbýti á stovnunum er ikki nakar trupulleiki.
Viðv. punkt 4:
Hvussu er við Frítíðarskúlum? Eru ætlanir um at víðka hann til eisini at umfata 2. og møguliga 3. flokk?
Borgarstjórin ætlar at fylgja býráðssamtyktini frá 1996, í samband við álitið "Børn og ung í Tórshavnar kommunu" og at víðka frítíðarskúlan til eisini at fevna um 2. flokk, sum verður raðfestur fyrst. Kommunan hevur annars frítíðarskúla fyri 1., 2. og 3. flokk í Kaldbak og í Kollafirði. Frítíðarskipanin í Miðstovninum í Gundadali og frítíðarstovan í KFUM hava børn í 1. og 2. flokki.
Fyri at kunna víðka um frítíðarskúlan, skulu nógv hølir til, og er ætlanin at fara í gongd við hetta, so skjótt sum barnaansingartørvurin er nøktaður.
Í sambandi við at nýggjur skúli skal byggjast í Hoyvíkshaganum, hevur býráðið tann 25. sept. 2003 samtykt, at skúlin skal hýsa frítíðarskúla til 1. og 2. flokk.