Innlendismálaráðið stendur við sítt, at viðmerkingarnar hjá deildarstjórunum í ráðnum í sambandi við uppskotið til Skálafjarðartunnilin ikki hava so stóran týdning, at neyðugt var at leggja tær við í tilfarið, sum fór í tingið.
– Ikki er vanligt, at viðmerkingar frá deildunum eru partar av lógaruppskoti, sum verður lagt fyri Løgtingið, tí tað eru skrivað við innanhýsismálsviðgerð fyri eygað, skrivar aðalstjórin í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, í svarinum til løgmann.
Hann vísir á, at svar upp á fleiri av spurningunum eru at finna í lógaruppskotinum til galdandi lóg. Eisini eru nakrir spurningar og viðmerkingar til tílíkt, ið verður mett at hoyra heima í einum sáttmála heldur enn eini lóg.
– Nevnast skal eisini, at í nøkrum førum verður spurt eftir slíkum, sum kortini stendur í lógartekstinum ella viðmerkingunum í lógaruppskotinum, sigur Rúni Joensen, sum staðfestir, at talan ikki er um týðandi upplýsingar av slíkum slag, sum áttu at verið lagdar fyri Løgtingið, sigur Rúni Joensen.
http://www.in.fo/fileadmin/user_upload/news/fragreiding.pdf
http://www.in.fo/fileadmin/user_upload/news/logarbroyting.pdf
http://www.in.fo/fileadmin/user_upload/news/tidindaskriv.pdf










