Hetta seinasta valskeiðið hevur víst, at miðvísa endamálið við førda politikkinum, er miðvíst at lívga um tey fáu í samfelagnum.
Tað førdi Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.
Men hann vísir samstundis á, at veljarakanningarnar, sum eru gjørdar í hesum valskeiðnum, vísa, at veljarin vil hava eina nýggja kós, og at veljarin vil hava tað, sum Javnaðarflokkurin hevur at bjóða.
Hann sipar til tær veljarakanningar, sum eru gjørdar, og sum allar geva Javnaðarflokkinum eina sera góða undirtøku.
Men hann ávarar ímóti, at veljarakanningarnar verða ein koddi.
- Tvørturímóti skulu tær eggja okkum øllum til at bróta upp um armar og fara til verka, fúsari enn áður.
Hann ivast ikki í, at mótstøðan verður hørð og tí liggja nógv tung tøk fyri framman.
- Jørðin er velt og sáðið er sáðað, men tað er nú, vit skulu undir at heysta. Og tað er ofta tað harðasta arbeiðið, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at veljarakanningarar vósa, at veljarin vil hava rættvísi aftur í føroyskan politikki.
- Tað er ein tørvur á javnrætti, á samhaldsfesti og á frælsi. Og Tað er tørvur á, at okkara ríkidømi verður býtt øðrvísi, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Hann sigur, at næsta á næsta løgtingsvali skulu føroyingar velja, um vit skulu hava eitt samfelag, har millióningar gerast milliardingar, samstundis, sum fleiri hundrað føroyingar hvørt ár enda í fátækraváða.
- Skulu vit hava eitt samfelag, har ein landsstýrismaður skrivar út loyvir fyri hundraðtals milliónir, púra ókeypis, meðan vit ikki hava ráð til ordiligar viðgerðir á sjúkrahúsinum. Og skulu vit hava eitt samfelag, har tey, sum hava, skulu fáa, og har tey, sum einki hava, lítið og einki skulu fáa.
Og hann svarar sjálvur:
- Svarið er eitt rungandi nei, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann sigur, at sjáldan hava fortreytirnar fyri einum rættvísari samfelagið verið so góðar sum nú.
- Vit eru eitt ríkt land, men tað ræður um at býta ríkidømið rætt og tað ræður um at lurta eftir fólkinum.
Og Aksel V. Johannesen heldur, at fátækadømið í Føroyum er ikki til at koma uttanum.
- Vit hava hoyrt um stakar mammur, sum ikki hava ráð at geva børnunum døgverða hvønn dag og sum bara kunnu droyma um at geva børnunum eitt heim.
- 1672 føroyingar eru fátækir og nógv tey flestu av teimum eru børn. Tað er okkara veruleiki í dag, sigur Aksel V. Johannesen.
- Hvussu ber tað til , at tað tók nakrar fáar vikur at seta flatskattin í gildi, men at tað ikki hava verið stundir at veita teimum fátøku í Føroyum munandi hjálp hetta farna valskeiðið, spyr formaðurin í Javnaðarflokkinum.
Einasta orsøk til, at tað ber til, er, at hetta hevur verið eitt tilvitað politiskt val, har vit hava sæð, at okkara ríkidømið hesi farnu árini er farið til ein lítlan, úrvaldan skara, sigur Aksel V. Johannesen.











