Svarið var greitt, ongin broyting í inntøkutrygdini hjá útróðrarmonnunum

Henrik Old, tingmaður
----

Spurningurin, Henrik Old setti Jacob Vestergaard í samband við at ein stórur partur av smærru útróðrarbátunum er farin burtur úr skipanini við inntøkutrygd:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at koma við einum uppskoti, ið kann bjarga smærru útróðrarbátunum, so teir kunnu koma undir minstulønarskipanina?
2. Í so fall, kann so ein loysn finnast, ið nevndin í Trygdargrunninum kann góðtaka?

Svar frá Jacob Vestergaard til Henrik Old um smærru útróðrarbátarnir kunnu koma undir minstulønarskipanina

Jacob Vestergaard ætlar sær ikki í núverandi støðu at koma við uppskotið um broytingar í minstulønarskipanini.

Endamálið í lógini 2010 var greitt og er tað framvegis, umsitingin av inntøkutrygdini skuldi flytast úr politisku skipanini av løgtingsins fíggjarlóg til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at umsita, og tað er mín greiða politiska fatan at tað endamálið framhaldandi stendur við.

Yvirskipaða leiðslan í trygdargrunninum er skipa við einum stýri ið umboðar bæði manningar og reiðarafeløg í vinnuni hesi umboð eiga at umsita grunnin eisini við atlitið at útgjaldið úr grunninum, av teirri orsøk ætli eg mær ikki í núverandi støðu at koma við uppskotið um broytingar í minstulønarskipanini.

Eg meti ikki at nakrar nýggjar ásetingar kunnu gerast um gjald sum stýrið tekur undir við, gjaldið er broytt fyri kortum galdandi fyri tíðarskeiðið 14. Juni 2012 til 31. Mai 2013, broytingin førdi við sær at kravda avreiðingarvirði var broytt frá 200.000 til 150.000 kr. fyri seinastu 6 mánaðir samstundis sum mánaðarligu minstiforvinningur var hækkaður frá 12.000 til 13.200 kr. , grundgevingin var, at atlit skuldu takast til inntøkulig viðurskifti útróðrarmanna eins og fíggjarstøðu grunsins.