Tað er eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk, at tað kunnu verða tiknar tær mest margháttligu avgerðirnar, uttan at tað ber til at fáa eina frágreiðing. Ein slík hending var, tá javnaðarflokkurin var við til at útihýsa manningarfeløgini frá almennu viðgerðini av fiskidøgunum. Hetta varð gjørt við at staðfesta, at fiskidagaskipanini var bert viðkomandi hjá reiðarafeløgum! Og sjálvt her legði flokkurin seg útí hvønn hesi feløg kundu velja í fiskidaganevndina.
Hóast nógvar royndir hevur ikki borið til at fáa nakra almenna frágreiðing um ta ullintu støðu, sum flokkurin hevur havt til hetta mál.
Frágreiðingin kom frá Hjalta.
Men nú hevur Hjalti í Jákupsstovu svarað hesum spurningi í grein hann hevði í bløðunum í august.
Her sigur hann m.a.
Skal uppfatanin hjá fiskimanninum takast við í metanina av støðuni í fiskastovnunum og sostatt ásetanina av talinum av fiskidøgum, kann tað eftir míni fatan bert verða teir, sum eru á sjónum, ið skulu spyrjast. Ymsu fakfeløgini og veiðibólkarnir eru í Fiskivinnuráðnum og fáa har høvi til at føra fram síni sjónarmið.
Hjalti mælir í veruleikanum til her, at t.d. fakfeløg, sum t.d. FF, og áhugabólkar í veruleikanum skulu útihýsast frá viðgerðini av støðuni í fiskastovnunum og ásetan av fiskidøgum.
Tað skal sláast fast, at møguleikin at føra síni sjónarmið fram í fiskivinnuráðnum aftaná viðgerð í landsstýrinum, er ikki meira vert enn møguleikin at senda sjónarmiðini beinleiðis til løgtingið, og tað kann ein og hvør gera. Og ávirkan gevur hetta so ikki.
Tað skal eisini sigast, at tað er einki í vegin fyri, at sovæl virknir fiskimenn, sum teirra feløg eru reelt við í viðgerðini av fiskidøgum.
Hjalti er sloppin av teir annarleiðis hugsandi!
Tað sum liggur aftanfyri hesi sjónarmið hjá Hjalta er, at hann við fiskidaganevndini er sloppin av við alt, sum eitur mótspæl til hansara egnu støðu sum ?orakul? á fiskifrøðiøkinum.
Skipanarnevndin var ein sera kompetent nevnd. Formaðurin var ein viðurkendur fiskifrøðingur, hvør arbeiðshátt eingin kundi seta fingurin á. Men hann var ikki populerur á FRS, og tí skuldi hann burtur. Vinnuumboðini høvdu sera góðan kunnleika til økið, sum skuldi viðgerast. Fleiri av teimum vóru enntá við til at tilevna fiskidagaskipanina, og vistu so heilt avgjørt hvat teir tosaðu um. Og hesir hava so avgjørt kunnleika til fiskastovnarnar, sum kundi verið til nyttu í eini og hvørji viðgerð.
Spurningarnir sum nú eru køvdir.
Takkað verið vinnuumboðanina í skipanarnevndini hevur m.a. kunnað verið víst á:
a. Tað hevur púra einki samanhang verið millum tilmælini hjá ICES/ FRS ár um ár. Tað sum t.d. varð sagt í ár var nakað heilt annað enn tað sum varð sagt seinasta ár. Sum bert eitt dømi kann vísast til upsarokið sum nú er sammett við tað, sum fiskifrøðingar søgdu fyri bert tveimum árum síðani.
b. FRS hevur á ongan hátt medvirkað til at at fáa fiskidagaskipanina at rigga. Sum t.d. við at gera upp gongdina í veiðuorkuni, sum er ein partur av fiskidagaskipanini, sum júst vinnumboðini hava viljað havt. Ístaðin hevur FRS sent manipulerandi spurnaðarbløð umborð í skipini ?til egna nýtslu?.
c. Vinnuumboðini hava á fundi kunnað loftað beinleiðis skeiv tøl fyri veiðuorku sum FRS hevur lagt fram.
d. FRS hevur alment roynt at sáa iva um útrokningargrundarlagið fyri fiskidagaskipanina. Lutvíst hevur hetta greitt verið víst aftur av formanninum og vinnuumboðum í nevndini sum tilevnaðu fiskidagaskipanina. Og útrokningar hava eisini víst, at her var einki at finnast at. o.s.fr.
Hesi punktir eru væl og virðiliga dokumenterað í FF-blaðnum. Og ikki eitt orð hevur verið víst aftur. Í eini slíkari støðu eru tveir møguleikar. Tann fyrri er at fara í orðaskifti við vinnuna, so møguligar misskiljingar kunnu avklárast. Ella stig kunnu takast fyri at bøta um arbeiðsgongdina.
Tann seinni møguleikin er at fáa sett teir út fyri dyr, sum eru ov nærgangandi í sínum spurningum.
Trupulleikin loystur saman við Heina og Henrik.
Hjalti valdi tann seinna møguleikan. Hjálptur av Heina O Heinesen og Henrik Old er nú eydnast honum at fáa sett øll uttanfyri, sum kundu verið ein javnvág til ráðgevingina hjá ICES/Fiskirannsóknarstovuna, og sum kunnu seta relevantar spurningar til, hvussu tað verður arbeitt. So gjøgnumførd er henda útreinsan, at Hjalti hevur syrgt fyri at útihýsa FF úr tí forum, har felagið fyrr hevur verið umboðað, og sum ger tilmæli til landsstýrismannin um nýtslu av játtan til royndir á fiskivinnuøkinum, hóast hetta einki hevur við fiskidagar at gera. Og hóast neyvan nakað felag hevur verið so virkið á hesum øki sum FF.
So tað er neyvan ivi um, at formaður og næstformaður í vinnunevndini hjá løgtinginum eru heiðurgestir úti á Debesartrøð hereftir! Tillukku við tí.
Kann hetta vera javnaðar- og andstøðupolitikkur.
Sum tað sæst er fullkomiligt samanfall millum sjónarmiðini hjá Hjalta og ?politiska viljan?. Tað einasta sum ikki kann sigast við vissu er, hvørt talan er um ?tankayvirføring? ella um eina ráðagerð. Men tað kann næstan gera tað sama. Tí tað áhugaverda er, at ein toppembætismaður og politikkarar úr bæði samgongu og andstøðu draga somu línu, tá tað snýr seg um at útihýsa ?tvørlig? sjónarmið, sum ikki hóska hesum kreftum. Og hetta er svarið uppá spurningin um veruliga orsøkina til umrøddu løgtingssamtykt.
?Denne lov gælder ikke for Færøerne.?
Javnaðarflokkar hava allar dagar staðið á varðhaldi at verja fólkaræðislig grundreglur, ikki minsta tá tað snýr seg um fakfeløg. Men opinbart ?gælder denne lov ikke for Færøerne?.