Tað eru ikki hissini konspiratiónsteoriir um samansvørjing og karaktermorð, sum Bjarni Hammer, løgtingsmaður, býráðslimur og løgreglumaður, borðreiðir við í aftursvari til skuldsetingarnar um hassj, sum vórðu settar fram í Sosialinum 26. februar í ár.
Bjarni Hammer vevur soleiðis uttan um tað, sum málið snýr seg um: At hann sigur seg kunna skaffa ungum kvinnum hassj, og at hann hevur ein góðan vin, sum javnan smuglar hassj til landið og sum hann fær hassj frá.
Orsøkin til at Sosialurin setir fram skuldsetingarnar er, at vit hava orðini hjá honum sjálvum uppá, at hann kann og vil útvega hassj og at hevur hann góðan vin, sum javnan smuglar hassj og útvegar Bjarna Hammer hassj.
Hetta er ikki nakað, sum vit hava funnið uppá. Bjarni Hammer sigur tað sjálvur. Og tá Bjarni Hammer er løgtingsmaður, býráðslimur og løgreglumaður, so er tað okkara skylda at fáa hetta fram.
Tað hevur einki við at gera, um onkur vil hava Bjarna Hammer úr politikki ella ikki. Men fólkið eigur at vita tað, um ein av okkara máttmiklastu politikarum fer so lætt um ólógliga rúsevnið hassj. Og fólkið eigur eisini at vita tað, um ein løgreglumaður fer so lætt um ólógliga rúsevnið hassj. Tí um ein løgreglumaður kann gera tað, so kunnu aðrir løgreglumenn eisini gera tað.
Endurgeva bara tað Bjarni Hammer sjálvur sigur
Tað er ilt at skilja, hvat Bjarni Hammer meinar við, tá hann sigur, at vit fremja karaktermorð ímóti honum. »Karaktermorð« er sambært orðabók »óndsinnað og órættvís oyðilegging av góða umdøminum hjá einum persóni«.
Um tað var Sosialurin, sum fann upp á hesa søguna, so kundi Bjarni Hammer kallað tað fyri karaktermorð. Men tað er ikki Sosialurin, sum finnur upp á eina søgu. Sosialurin endurgevur bara tað, sum Bjarni Hammer sjálvur sigur við nakrar ungar kvinnur: At hann vil og kann skaffa teimum hassj, og at hann hevur ein góðan vin, sum javnan smuglar hassj og sum gevur sær hassj.
So nei, her er als ikki talan um nakra samansvørjing. Tað er ikki okkara uppgáva, og vit fara heldur ikki út at fella nakran politikara við lygusøgum. Men vit vilja fegin siga hesa søguna, tí tað hevur nógv at gera við trúvirðið hjá okkara politisku skipan og hjá løgregluni, um politikarar og løgreglufólk umganga hassj á sama hátt sum Bjarni Hammer sigur seg gera.
Sum løgtingsmaður er Bjarni Hammer parlamentariskt grundarlag undir løgmanni og landsstýri. Tað gevur honum stórt vald. Sum partur av Tvøroyrar býráð hevur Bjarni Hammer eisini stórt vald, so stórt, at hann hevur tikið valdið frá borgarstjóranum á Tvøroyri, sum nú situr í minniluta. Sum løgreglumaður hevur Bjarni Hammer eisini stórt vald, har hann umboðar og handhevar lógina. Sum løgreglumaður er hansara uppgáva millum annað at avdúka fólk, sum smugla rúsevni, so tey kunnu revsast.
Kann tað veruliga passa, at fólk við so stórum valdi – fólk sum gera lógir, fólk sum útinna lógir og fólk sum umsita lógir – fara so lætt um ólógliga rúsevnið hassj, at tey bjóða sær til at skaffa ungum kvinnum tað og hava góðan vin, sum javan smuglar hassj og gevur politikara og løgreglumanni hassj?
Tað er einfaldi spurningurin, sum málið snýr seg um.
Bjarni Hammer fyriheldur seg ikki til kjarnuna
Bjarni Hammer svarar ikki einfalda spurninginum. Hann tosar uttanum og flytur fokus. Hann sigur, at Sosialurin ólógliga hevur útvegað sær upplýsingarnar um, at Bjarni Hammer hevur sagt, at hann kann skaffa hassj.
Bjarni Hammer brisklar eisini Sosialinum, at blaðið ikki hevur sett seg í samband við seg um málið. Tað hevur Sosialurin gjørt, men ikki fyrr enn søgan var avdúkað – sjálvandi. Tí vit vita, at tað sum Bjarni Hammer hevur sagt, tað hevur hann sagt. Tað nýtast vit ikki at spyrja hann um.
Bjarni Hammer kallar søguna um hassjið fyri »óndsinnað slatur, sum endar við eini ósannari søgu, sum hongur hann út fyri nakað, sum hann ikki hevur gjørt«, og at Miðlahúsið hevur havt »óndar ætlanir um at fella seg«.
Nei Bjarni Hammer, hetta snýr seg ikki um slatur, men tíni egnu orð um, at tú vilt og kanst skaffa ungum kvinnum hassj, og at tú hevur ein góðan vin, sum javnan smuglar hassj til Føroya.
Og nei Bjarni Hammer, tað er eftir okkara tykki ikki »ónt« at avdúka ein politikara og løgreglumann, sum fæst við slíkt virksemi, sjálvt um tað sjálvandi kann koma tær í ónáðir. Men hartil er at siga, at sjálvgjørt er vælgjørt.
Ein politikari skal hava fólksins álit.
Ein løgreglumaður skal hava fólksins álit.
Tað, sum Sosialurin hevur ført fram í hesum máli er:
• at Bjarni Hammer sigur seg kunna skaffa ungari kvinnu hassj
• at Bjarni Hammer hevur ein góðan vin, (sum hann nevnir við navni) sum javnan smuglar hassj til Føroyar, sum er »primus motor á hasum økinum«, og sum vanliga letur Bjarna Hammer hassj.
Hetta er vitan, sum Sosialurin hevur frá Bjarna Hammer sjálvum. Hann hevur sjálvur sagt hetta.
Tí hevði tað sømt seg betur, at Bjarni Hammer svaraði nøkrum einføldum spurningum:
– Hví segði tú ungu kvinnuni, at tú kundi skaffa teimum hassj?
– Hví boðar tú ikki løgregluni frá, tá tú veitst, at ein persónur javnan smuglar hassj og altíð hevur hassj inni?
– Hví boðar tú ikki løgregluni frá, at ein maður, sum sambært tær sjálvum »altíð hevur skít etandi fult« av hassji er ávegis til Føroya?
– Heldur tú, at Føroya fólk kann hava álit á einum løgreglumanni, sum sjálvur sigur seg hava tilknýti til ólógligt rúsevni?
– Heldur tú, at tú livir upp til ásetingarnar í tænastumannalógini um, hvussu ein løgreglumaður skal uppføra seg, tá tú hevur samband við ólóglig rúsevni á slíkan hátt?
– Heldur tú, at Føroya fólk kann hava álit á løgregluni sum heild, tá ið tú sum umboð fyri løgregluna sambært tær sjálvum er vitandi um lógarbrot, tó uttan at gera nakað við tað?
– Heldur tú, at Føroya fólk kann hava álit á tær sum politikara, tá tú umgongst ólógligt rúsevni samstundis sum tú ert ein teirra, sum smíðar lógirnar í Føroyum?
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Sosialurin
Barbara Holm
blaðstjóri
Sosialurin