Ósvaraðir spurningar mitt í einari kreppu

   

Ymiskt er, sum sagt verður frá sáttmálasamráðingunum, ið vórðu millum SEV og maskinmeistarafelagið, og sum endaðu við undirskrivan av sáttmála h. 27.03.í ár.
Greitt er tó,
at kommunustýrislógin áleggur landsstýrismanninum í fíggjarmálum at staðfesta slíkan sáttmála,

og

at landsstýrismaðurin áðrenn undirskrivanina boðaði frá, at hann ikki góðkendi tann av pørtunum avtalaða sáttmálan.

Men alt bendir á, at mótmæli landsstýrismansins fyrst varð alment kunngjørt 5-6 vikur eftir at hann verður sagdur at hava borið tað fram á fundi millum partarnar.
Hartil frættist, at tvær lønarútgjaldingar hava verið eftir nýggja sáttmálanum, hóast upprunaliga mótmæli landsstýrismansins, og at arbeiðstakarafeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava tulkað kunngjørda mótmæli landsstýrismansins sum uppílegging í samráðingar teirra- mótparti teirra til fyrimunar.
Sum lið í nærri útgreinan av tí, ið fram er farið, loyvir Miðflokkurin sær at biðja landsstýrismannin svara niðanfyristandandi spurningum:

1:Finst eitt skrivligt mótmæli frá fíggjarmálaráðnum/landsstýrismanninum móti omanfyrinevnda sáttmála og ber til at fáa avrit av hesum skrivi?

2:Kann landsstýrismaður-in, um einki skrivligt mótmæli finst, upplýsa orðingina í munnliga mótmæli landsstýrismansins og tíðarfestingina fyri hesum?
3:Nær varð landsstýrismaðurin vitandi um, at løn varð útgoldin eftir nýggjum sáttmála? Mótmælti ella setti landsstýrismaðurin tá nøkur tiltøk í verk fyri at forða hesum?

4:Er tað av tilvild ella tilætlað, at fyrsta almannakunngerðingin av mótmæli landsstýrismansins kom júst meðan feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum sessaðust við samráðingarborðið? Og hvør tók stig til hesa almennu kunngerðingina júst tá?

5:Minnir støðan ikki um lógloysi, um stovnur- og leiðsla velja at síggja burtur frá lógarásettari áheitan frá ovasta fíggjarliga myndugleika landsins?

6:Metir landsstýrismaðurin tað vera rættartrygt um ongin ábyrgd verður staðfest í sambandi við at sæð verður burtur frá mótmæli landsstýrismansins?

7:Kann landsstýrismaðurin uttan víðari góðtaka at stovnsleiðsla fyrst sær burtur frá manglandi góðkenning landsstýrismansins, fyri síðani sjálvkritikleyst við einum pennastroki at vraka gjørda sáttmálan?

8:Hvør hevur eftir landsstýrismansins meting skuldina fyri tí sáttmálaloysi, sum í løtuni valdar millum SEV og maskinmeistarafelagið?

9:Metir landsstýrismaðurin at tað er í lagi at hálvalmennur stovnur, sum landsstýrismaðurin hevur partsábyrgd av, soleiðis jonglerar við friðinum á so viðkvæmum øki sum samráðingar millum arbeiðsmarknaðarpartar er?