- Eg fari ikki at kalla nevndina saman at viðgera hetta fyrr enn eftir valið, sigur Signar Dam, formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag.
Kristin Michelsen hevur í kvøld sent skriv til javnaðarfelagið har suðuri og til Javnaðarflokkin, har hann vil hava at vita, um hann er ynsktur í flokkinum í heila tikið.
Júst hvat hendi, tá ið Kristin Michelsen fór av listanum hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri og stovnaði sín egna kommunulista, eru fólk ymisk á máli um. Men eingin ivi er um, at okkurt stríð hevur tikið seg upp millum partarnar.
Helst er tað orsøkin til, at Kristin Michelsen í kvøld vil hava at vita, um hann er ynsktur ella ikki.
Men Signar Dam sigur, at hann ætlar sær ikki at svara Kristini fyrr enn eftir kommunuvalið í morgin.
- Vit fara helst at taka støðu til hetta mikudagin, sigur Signar Dam, sum ikki vil siga, hvat hann sjálvur heldur um spurningin.
- Tað er ikki mín uppgáva at svara hesum spurningi í kvøld. Tað taki eg støðu til saman við nevndini og flokkinum, sigur formaðurin har suðuri.
Meira um støðuna á Tvøroyri á in.fo seinni.