Svara atfinningum aftur

Við hesum vísa vit atfinningunum aftur, sum Lars Olsen hevur fingið, sigur Viljormur Davidsen

Viljormur Davidsen telist millum teirra, sum hava fingið fótin fyri seg á landsliðnum síðani Lars Olsen tók við. Vinstribakkurin harmast um, at tað ikki rakk longur enn til eitt stig í móti Kasakstan, men hann heldur samstundis, at javnleikurin er eitt fínt aftursvar til tey, sum hava sett spurnartekin við landsliðið og serliga Lars Olsen.


- Við hesum vísa vit leikarar eisini, at vit standa aftanfyri hann. Tað er eisini deiligt, at vit koma fram til kjansir, so hetta gongur rætta vegin hjá okkkum, sigur Viljormur Davidsen í samrøðu, sum kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.