Svar um upptøku í dag

Donsku útbúgvingarstovnarnir sendu út svar á midnátt.

Tá ið klokkan fór beint av midnátt, og mong mundu verða í veitsluhýri á Vaglinum, fingu fleiri enn 60.000 vónríkir ungdómar eisini at vita hvørt teir komu inn á sínar útbúgvingar í Danmark.

 

Aftur í ár eru met nógvir umsøkjarar, og tilsamans hava áleið 1.100 fleiri fingið upptøkubræv frá donsku útbúgvingarstovnunum enn í fjør. Ivaleyst eru fleiri føroyskir umsøkjarar við í hagtølunum.

 

Sambært hagtølum úr stuðulsstovninum Studna, vóru fleiri enn 1.300 føroyingar undir útbúgving í Danmark í skúlaárinum 2014/15, og hava føroyingar í mong ár eisini havt Danmark sum sítt fremsta lestrarland.

 

Nógvu umsóknirnar trýsta eisini karakterkrøvini upp fyri einstaku útbúgvingunum, og eru sostatt eisini fleiri, sum ikki sleppa á fremst raðfestu útbúgvingina. Skuldi ein verið í tí støðuni, at eingin av sínum umsóknum varð gingin á møti, eru framvegis lestrarpláss á einstøkum útbúgvingum, ið kunnu finnast á heimasíðuni hjá danska útbúgvingar- og granskingarmálaráðnum.