Svar um grind og minstaforvinning

Á tingfundi nú klokkan 11 verða tveir spurningar svaraðir umframt ófráboðaðir fyrispurningar

Størsta mál á dagsskránni í dag eru helst ófráboðaðu fyrispurningarnir, men Løgtingið hevur eisini 1.viðgerð avuppskotinum hjá Miðflokkinum um at gera broytingar í stýrisskipanarlógini. 

 

Miðflokkurin leggur uppskot fram um, at landsstýrisfólk og løgmaður sjálvi kunnu velja um tey skulu lata tignsess frá sær, tá ið tey verða vald í landsstýrið.

 

Sum lógin er nú, so skulu tey gera tað. Nýggja uppskotið leggur upp til, at landsstýrisfólkini sjálvi eiga at sleppa at velja um tey varðveita tingsessin - ella lata hann frá sær.

 

Løgtingiðå fr eisini at hava 1.viðgerð av uppskotinum frá Nýggjum Sjálvstýri, sum er ein broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt. Flokkurin mælir til, at foreldur skulu fáa pening fyri sjálvi at ansa egnum børnum.

 

Poul Michelsen skal eisini svara einum spurningi frá Anniku Olsen um Sea Sheheard og útlendingamál og Høgni Hoydal skal svara einum spurningi um minstaforvinning til útróðrarmenn.