Svar til ?Tómhentur syndari? Dimmalætting 11. sep. 02

Táið vit taka ímóti gávu Guds, ið er at vera frelstur frá fordøming, ja tá ræður um at vera tómhentur, og taka ímóti hesi dýrabaru gávu !

Men tá tað snýr seg um Heilaggering teirra trúgvandi, so ræður um at hyggja framm ímóti lønini ! tí ein dag skulu øll, sum hava sett sítt álit á Jesus Kristus, koma fram fyri dómstól Hansara, har skal koma framm í ljósi alt tad sum var dult - jú tað er satt, at vit eru frelst frá fordøming, tí skriftin sigur at eingin fordøming er fyri tey sum í Kristi Jesusi eru og at vit ikki skullu koma til dóms, men her er talan um at vit ikki skullu vera dømd saman við hesum heimi, teimum sum hava vraka frelsuna, tann dómin tók Jesus á seg tá Hann doyði fyri okkum, einaferð fyri allar.
Men vit skullu vera dømd og lønt eftir hvussu vit hava hepnast við okkara andaliga lívi !!
Guds orð talar nógv um løn og verk eftir at vit eru blivin frelst.
Rómbrævi 4:4-5 sigur:
Tann, ið virkar - honum verður lønin rokna, ikki av náði, men sum nakað, hann eigur á.
Men tann, ið ikki virkar, men trýr?..honum verður trúgv hansara rokna til rættvísi.
Vit eiga at minnast til, at táið skriftin tosar um løn, so er tað ikki frelsan, tí frelsan er ikki løn, hon er av náði einans, ein náðigáva, vunnin okkum við Jesusar dýrabara blóði.
Men lønina fáa vit alt eftir hvussu vit hava roynst sum húshaldarar og tænarar Guds, og eftir , um vit hava gjørt tað sum okkum var álagt! At vit eru ónyttugir tænarar er so púra vist, og tað eigur eisini at vera okkara eymýkti holdningur, tí í okkum sjálvum eru vit einki ment at gera, Nei tað er alt av Honum og við Honum

Við tómum hondum
komi eg fram fyri Teg.
Tak meg, Harri,
nú, og fylg Tú við mær,
tí í mær sjálvum
eg einki kann,
men tá Tú leiðir meg,
tá kann eg tæna Tær!

Les eisini (1.Kor. 4:1-5) og (2 Kor. 5:10)
Hetta er eitt umfatandi evni, og eg havi sjálvur, fyri kortum, fingið ljós yvir mangt av hesum, og tað sjálvt um eg havi veri ein persónligur trúgvandi i skjótt 30 ár. Eg vil uppmuntra teg at lesa tað nýggju bókina ?kreftir hins komandi heims? eftir Zacharias Zachariassen, sum forlagi Leirkerið gav út fyrr í ár, hon kann geva tær svær uppá nógv sum kann vera torskilt fyri mong trúgvandi. Hettar er eitt evni sum hevur veri undurvíst alt for líti í, í okkara samkomum kring landi.
Eg havi annars hoyrt fleiri sagt hattar sama sum tú sigur um akkurát handan sangin, men eg haldi at tað er tí at tey misskilja boðskapin. Tað eru mong, sum hava fata sannleikan og gleðina í Gleðiboðskapinum, men sum ikki hava fata sannleikan, gleðina og álvaran í at liva eitt virkið lív, í tænastu fyri Harran, og at vinna sálir fyri Hann. ?Sum tú sáar, skalt tú heysta, minst til tað? sigur ein annar sálmur. Jú vit eiga at samla okkum skattir /løn í Himli, tí ein dag skullu vit øll vera lønt eftir verkið, Bíblian sigur, ?har sum skattur tín er, verður hjarta títt við?. Lat okkum tí hava skattin á røttum stað !
Opinberingin 22:12 sigur:
Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er.
So lat okkum koma til Jesus sum tómhentir syndarar, men vit eiga ikki at vera tómhentir tænarar og húshaldarar Guds. Má Hann hjálpa okkum at gera tað sum okkum er álagt ! ?at vera íðin í verkið?.