Í skrivi til miðlarnar 13. februar 2025 sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, at
Kringvarpið ber fram skeivar upplýsingar í sambandi við leiklutin hjá Starvsfelagnum í
málinum um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum. Hetta er partvíst rætt, tí Starvsfelagið var ikki umboðað á fundi 22. Mai 2024, sum Kringvarpið segði. Tað mistakið biðja vit um umbering fyri.
Orsøkin til at Kringvarpið nevnir Starvsfelagið í hesum sambandi er grein í Frihedsbrevet 6. februar, har Súni Selfoss sigur, at “hann kendi onki til ákærurnar um ósømiligan atburð á Sjúkraflutningstænastuni, fyrr enn Frihedsbrevet segði honum frá tí”.
Starvsfelagið kendi til málið
Innlit í málið vísir, at Starvsfelagið longu í januar 2022 er inni í málinum, tá leiðarin á
Sjúkraflutningstænastuni verður kallaður inn til eina rættleiðandi samrøðu. Tá er ávíst
samskifti millum Sjúkrahúsverkið og løgfrøðingin hjá Starvsfelagnum um hetta málið, og tað
endar við, at løgfrøðingurin ger vart við, at formaðurin í Starvsfelagnum eisini vil við á
fundin, sum er 31. januar 2022. Tá eru altso bæði løgfrøðingurin hjá Starvsfelagnum og Súni Selfoss, formaður, við á fundinum.
Í apríl 2024 verður ávaring givin. Men tá ynskir leiðarin á sjúkraflutningstænastuni, at Starvsfelagið verður hildið uttanfyri, sum Súni Selfoss eisini vísir á. Her gjørdi Kringvarpið ein feil.
Men skjølini í málinum vísa altso, at Súni Selfoss persónliga var inni í málinum longu í
januar 2022.
Elin Mirjamsdóttir
Virkandi tíðindaleiðari
Kringvarp Føroya











