Góði Shumann, tú spyr meg, hví eg sigi, at - »fiskivinnan føðir Havnina og øll embætisfólkini og tey alment løntu eins væl og hon føðir restina av landinum«.
Nú er veruleikin einaferð soleiðis, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinnna og umleið 80% av hesi vinnuni, sum er grundarsteinur undir samfelag okkara, liggur í útjaðaranum ella uttan fyri Havnina.
Í framhaldi spyr tú, hví eg nevni tað í hesi raðfylgju - »Havnina og embætisfólkini og tey alment løntu og síðani kemur restin av landinum«??
Faktorernes orden er ligegyldig - men í veruleikanum vil hetta siga, at útjaðarin breyðføðir seg sjálvan - harumframt Havnina og kanska serliga tann almenna sektorin og servisvinnuna annars, sum nú einaferð liggur i Havn - tað kann ikki burtforklárast.
Tað serskilda við Havnini í mun til restina av landinum er, at her búleikast stórt sæð allur tann almenni sektorurin, umsitingin og eisini fyri ein stóran part servisvinna - tann av fiskivinnuni avleidda vinnan.
So mín spurningur er - hvat er tað, sum tú ikki skilir???










