Til hetta er at siga, at tað ongantíð hevur verið eitt krav til ummælir, at tey skulu liva upp til journalistisku krøvini um objektivitet, ið Randi S. Vang eftirlýsir.
Tvørturímóti fáa ummælir illa verið annað enn subjektiv, tá tey altíð umboða eina persónliga meining, sum sjálvandi eisini byggir á fakligt innlit.
Redaktiónin á Sosialinum hevur onga orsøk til at ivast í fakligu førleikunum hjá Kinnu Poulsen, og vit hvørki kunnu ella vilja stýra hennara meiningum.
At alt ov fáir fáir skikkaðir listaummælarar í Føroyum tora ella tíma at siga sína erligu meining alment, kunnu vit skjótt blíva samd um. Hví hetta er so, er kanska ikki so torført at gita um.
Anna V. Ellingsgaard,
mentanarredaktørur,
Sosialurin









