Eftir at eg vísti á, at Lasse Klein í farnu viku undir egnum navni prentaði eina grein, hvørs tekst hann hevði umsett úr Weekendavísini, havi eg fingið trý svar. Ikki færri enn tvey frá Lassa sjálvum, og eitt frá Pól á Kletti, sum tekur sær av Skáanum í Dimmalætting.
Pól á Kletti hevur heft seg við hetta brotið úr míni grein: "Tann, sum lesur donsk bløð, leggur til merkis, at fólk, sum skriva Skáan í Dimmalætting leygardagar, viðhvørt stjala sínar greinar. Tey umseta okkurt úr Politiken ella Berlingske, og selja tað síðani til Dimmu sum um tey hava skrivað tað sjálv."
Hesum trýr Pól á Kletti ikki, og vísir á, at talan er um fólk, sum bæði eru gløgg og væl lærd ? serfrøðingar á hvør sínum øki. Og at hesi fólk "styðja seg til skriftligar keldur", heldur hann vera, sum tað skal.
Tað er tað eisini. Vit styðja okkum øll til skrivligar keldur alla tíðina. Men Póli kunnugt eru í Skáanum eisini fólk, sum skriva um snøgt sagt øll heimsins viðurskifti, uttan nakrantíð at vísa til nakra keldu. Og hvussu væl lærdur og klókur tú so ert, so kanst tú ikki vita alt um bæði flogferðslu og krabbamein og súkkling og terroristafelagsskapir og fólkatónleik og cyberspace og filmssøgu ? umframt alt hitt. Eingin kann vera serfrøðingur í øllum. Hugsar Pól seg um man hann duga at síggja, at her er ikki altíð talan um at "styðja seg til keldur". Viðhvørt er talan um umseting.
Ikki tí ? tað er óføra gott at Skái skrivar um alt hetta ymiska. Men tað er skeivt at høvundarnir ikki upplýsa, hvaðani teir taka tilfarið.
Pól biðjur eisini um dømi. Eftir at hava zappað eina løtu á internetinum kom eg fram á hetta: Greinin "Lennon-McCartney", sum stóð í Skáanum 10. juni í ár, hevði, burtursæð frá innganginum, staðið í Politiken 2. mai í ár. Orð fyri orð.
Lasse
Lasse Klein vil í sínari viðmerking ikki rættiliga vera við, at hann hevur stolið nakað. Tað, at hann hevur umsett orðini hjá einum øðrum manni og síðani prentað tey undir egnum navni, kallar hann ikki fyri stuldur, men lætt og elegant fyri "íblástur".
Gott, at týðarar ikki hava somu fatan. Høvdu teir tað, hevði Heðin Brú t.d. í síni tíð kunnað givið út Karamasov Brøðurnar undir egnum navni. Hevði onkur spurt kundi hann bara svarað, at Dostojevski hevði givið honum íblástur til skaldsøguna...