Svar til Martin V. Heinesen um Eysturoyartunnilin

Í lesarabrævi “Eysturoyingar gíslar í tunnilsmálinum” setir Martin V. Heinesen fleiri spurningar í sambandi við uppleggið frá undirritaðu og Vinnumálaráðnum, sum varð viðgjørt í samgonguni í farnu viku.

Í stuttum gongur uppleggið út upp á at gera báðar tunlarnar sum eina felags verkætlan.

 

Við at seta 50 milliónir krónur av á fíggjarlógini í 10 ár, ber til at gera bæði Sandoyar- og Eysturoyartunnilin við avleiddum verkætlanum, samstundis sum landið hevur ráð at gera aðrar átrokandi íløgur í útbúgving, gransking, mentan, heilsu- og almannaverk.

Talan er um ein búskaparliga forsvarligan leist, har vit ikki taka størri váða á landið enn neyðugt, og varðveita kredittvirði landsins.

 

MVH spyr, hvaðani eg havi tølini, sum vísa, at tað er neyðugt at seta 80 mió. kr. á fíggjarlógina í 10 ár, um bert Sandoyartunnilin verður gjørdur, meðan tað er nóg mikið at seta 50 mió. kr. á fíggjarlógina í 10 ár, um Sandoyartunnilin og Skálafjarðartunnilin verða gjørdir sum ein felags verkætlan.

 

At neyðugt er at seta 80 mió. kr. árliga á fíggjarlógina, um Sandoyartunnilin skal fíggjast yvir 10 ár, er einfalt at rokna út. Byggiútreiðslurnar verða væntandi 690 mió. kr. Tað tekur á leið fýra ár at gera tunnilin, og tí er neyðugt hjá partafelagnum at taka lán, um peningurin til verkætlanina skal játtast yvir eitt 10 ára skeið. Umframt byggiútreiðslurnar skal felagið tí gjalda rentur av láninum, og kostnaðurin verður tí á leið 800 mió. kr. til samans. Hetta er á leið 1/3 av íløgukarminum hjá landinum, og tí er torført at seta so stóra upphædd av í heili 10 ár.

 

Men verður ein minni upphædd - til dømis 50 mió. árliga - játtað til Sandoyartunnilin, skal tað gerast í fleiri enn 20 ár, av tí at nýtslugjøldini frá hesum tunli neyvan klára at fíggja rakstur og viðlíkahald av tunlinum. Bíligast fyri landskassan hevði verið at goldið Sandoyartunnilin “kontant”, men tað krevur 175 mió. kr. á fíggjarlógini í fýra ár á rað, og er mett at vera púrasta órealistiskt.

 

 

Ein felags verkætlan

Í uppskotinum frá Vinnumálaráðnum verður skotið upp at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin í forleingilsi hvør av øðrum, sum ein felags verkætlan. Við hesi loysn ber til hjá landinum “bert” at seta 50 mió. kr. í verkætlanina um árið í eitt 10 ára skeið. Restin verður fíggjað við láni. Útrokningarnar vísa, at nýtslugjøldini saman við 500 mió. úr landskassanum lættliga fíggja báðar tunlarnar. Tað er enntá sannlíkt, at landið kann fáa ein fittan part av teimum 500 mió., sum landið setir í felagið, afturgoldið, um vit rokna yvir 25-30 ár.

 

Í hesum roknistykki eru byggiútreiðslurnar fyri Sandoyartunnilin mettar at vera 690 mió. kr., fyri Eysturoyartunnilin 950 mió. kr., umframt góðar 200 mió. kr. til avleiddar íløgur. Tær 950 mió. kr. eru grundaðar á ta dýrastu linjuføringina, av teimum, sum eru í uppskoti.

Avleiddu verkætlanirnar eru nýggjar íløgur í infrakervið, ið eru neyðugar at gera í sambandi við Eysturoyartunnilin. Tað hevði ikki verið rætt at viðgjørt hendan tunnil uttan tær meiríløgur, hann krevur.

 

Hvør skal gjalda?

Skuldi tað hent – sum MVH spyr um - at byggikostnaðurin verður hægri enn mett, eru tað bert tveir partar, sum kunnu gjalda meirkostnaðin: brúkarin ella landið (sum er skattgjaldarin). Hjá privata felagnum verður brúkarin at gjalda bæði tað, sum felagið skal hava í avkasti og ein møguligan meirkostnað, um byggiútreiðslurnar verða hægri enn mett. Við almennum partafelag, hevur landið møguleika at velja, í hvønn mun ein møguligur meirkostnaður skal verða goldin av brúkaranum ella av landskassanum.

 

Inntøkurnar frá Eysturoyartunlinum eru roknaðar við støði í einum ferðslumodelli, sum Rambøll & Nyvig hava ment fyri Landsverk. Hetta er mær vitandi sama ferðslumodell, sum P/f Skálafjarðartunnilin hevur grundað sínar ferðslumetingar á.

 

Prísmunur millum alment og privat

MVH sigur meg hava eitt postulát um ein veldigan mun á kostnaðinum, um Eysturoyartunnilin verður bygdur alment ella privat. Eg veit meg ikki hava sagt nakað um prísin á privatu verkætlanini, tí júst hvørja rentu P/F Skálafjarðartunnilin skal gjalda lánveitarum, veit eg av góðum grundum ikki.

 

Men tá nú MVH spyr um hetta, so benda samrøður við Landsbankan og fíggjarstovnar á, at tað sum heild er ein munur í lánikostnaði millum alment og privat. Tá talan er um hundraðtals milliónir yvir eitt langt tíðarskeið, kunnu heilt fá prosentstig - enntá hálv prosentstig - gera sera stóran mun. Harumframt má eitt privat partafelag hava eitt kappingarført árligt avkast av sínum eginpeningi. Landið kann fáa sera góðar lánstreytir.

 

Rokning uttan vert

MVH sigur eysturoyingar verða tiknir gíslar og vísir til, at tað á ólavsøku verða 18 mánaðir síðani P/F Skálafjarðatunnilin sendi umsókn til Vinnumálaráðið. Her skrivar hann rokning uttan vert, tí landsstýriskvinnan í vinnumálum kann ikki taka ábyrgd fyri vilja og verki hjá undanfarna landsstýrismanni. Tað eru 3,5 mánaðir síðani sitandi samgonga tók við. Hesa tíðina hevur arbeiðssetningurin hjá mær verið at finna útav, um til ber at fíggja hesar stóru verkætlanir – Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin - á ein slíkan hátt, at tær ikki ávirka møguleikan hjá okkum at byggja samfelagið út á øðrum økjum. Tað er hesum uppleggi politiski arbeiðsbólkurin, við umboðum frá samgonguflokkunum, nú fer at arbeiða víðari við.

 

Við tilmæltu loysnini koma eysturoyingar ikki at gjalda meira, enn teir annars høvdu gjørt, og tí gevur tað ikki meining at tosa um gíslar ella eykaskatt. Verða tunlarnir gjørdir sum ein felags verkætlan, er munurin einans, at tey, sum koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, koma at gjalda til samfelagsíløgur í staðin fyri avkast til eitt privat felag.

 

Men her er vert at nevna, at okkara yvirskipaða mál er, at tað skal vera lætt og ódýrt at ferðast kring alt landið. Tí fari eg eisini í næstum at seta eina fakliga nevnd at endurskoða fíggingina av samlaða samferðslukervinum í landinum, so atlit verða tikin til samfelagsbúskap, umhvørvi, økismenning og samhaldsfasta fígging. Í framtíðini er tí ikki vist, at tunnilsgjøld verða, sum vit kenna tey í dag.