Svar til Marjus Dam

Sjúrður Skaale

Marjus Dam gevur í Dimmalætting í gjár fólki ta fatan, at tann faldari, eg havi sent í hvørt hús, er rindaður við almennum donskum pengum, sum eru markaðir til arbeiðið á fólkatingi.
Um hetta hevði verið rætt, hevði tað verið beinleiðis ólógligt, og eg hevði kunnað verði revsaður fyri tað.
Eg kann ikki góðtaka, at Marjus alment leggur meg undir slíkt lógarbrot. Har gongur markið ? hóast tað er valstríð.
Faldaran, sum er farin í hvørt hús, havi eg sjálvur rindað fyri úr egnum lumma. Bæði uppseting, myndir, prent og útbering.