Svar til lesarabræv

Bjarni Djurholm
landsstýrismaður
????
Olaf í Garði Joensen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, hevur í opnum brævi í Dimmalætting og Sosialinum 18. apríl 2005 sett fram 2 spurningar til mín viðvíkjandi endurgjaldi fyri mist vetrarbit.
Til spurningarnar báðar er at siga, at reglurnar um vetrarfriðing og endurgjald í hesum sambandi eru ásettar í §§ 36, 37 og 37a í Lov nr. 172 af 18. maj 1937 for Færøerne om haugers styrelse og drift m.m. (Hagalógin). Hesar ásetingar eru samtyktar í 1943, og eru tær galdandi fyri bæði ognar- og landsjørð.
Sambært Løgtingstíðindum varð tikið undir við at vetrarfriðing kundi fremjast, men - sum tikið varð til - so kann vetrarfriðing hava við sær ampa fyri seyðahaldið, um so er, at endurgjaldsupphæddin ikki verður brúkt til at bøta um hagan við. Mett var tí neyðugt, at tað almenna skuldi hava eftirlit við, at endurgjaldsupphæddin fyri mist vetrarbit varð brúkt forsvarliga og bert til at bøta um seyðahaldið.
Í hesum sambandi varð mett rættast, at endurgjaldsupphæddin í fyrsta lagi varð deponerað í Jarðargrunninum og ikki útgoldin eigaranum, fyrr enn tað var ávíst Jarðarráðnum, at tað í viðkomandi haga vóru gjørd tiltøk, sum vórðu mett at tæna til hjálp og nútímansgerð av seyða-haldinum í haganum.
Bjørk viðger henda spurning í "Færøsk bygderet I" á síðu 165 ? 166 og á síðu 171 og nevnir sum dømi um betran av seyðahaldinum, at seyðahús ella líknandi verður gjørt.
Endurgjaldið fyri mist vetrarbit er sostatt, tá hetta endurgjald verður goldið inn til Jarðargrunnin nú Búnaðargrunnin), at meta sum ogn hjá viðkomandi haga, men nýtsla má ikki fara fram, uttan so, at ábøtur eru gjørdar í haganum, seyðahaldinum ella haganum annars til frama, og verður tað tá Búnaðarstovan, sum tá kemur at meta um hesi viðurskifti, og hvussu nógv kann verða goldið út.
Seinastu 20-25 árini hava nakrar bygdir/býir sett upp býarhegn, ið hevur við sær, at lendið innan fyri býarhegnið verður friðað fyri vetrarbit.
Uppsetanin av býarhegni er úrslit av samráðingum millum kommunu og tann haga, ið eigur bitið. Mannagongdin hevur verið, at slíkur sáttmáli skuldi verða góðkendur av Jarðarráðnum, sum umsat landsjørðina. Treytir Jarðarráðsins fyri at góðkenna vóru at
?avloysingin av biti var tann prísur, sum Jarðarráðið kravdi, tá talan var um vetrarfriðing eftir § 36 og sum varð kravt í sambandi við sølu av jørð til bygging. o.l.
?at avloysingargjaldið var goldið og møguliga brúkt sambært § 37a.

Farið verður í næstum undir at endurskoða alla landbúnaðarlóggávuna í síni heild, umframt at gera uppskot til nýggjan landbúnaðarpolitikk. Tað verður Vinnumálaráðið saman við Búnaðargrunninum, Búnaðarstovuni, Bóndafelag Føroya og Óðalsfelagnum, sum fer at orða uppskotið til nýggja landbúnaðarlóggávu. Í hesum sambandi er givið, at spurningurin um endurgjald fyri mist vetrarbit verður viðgjørdur.