Svar til Óla Jacobsen

Í Sosialinum 13. februar setti Óli Jacobsen løgtingsformanninum henda spurning:

»Heldur løgtingsformaðurin, at løgtingið í nevnda máli hevur røkt sína eftirlitsuppgávu mótvegis landsstýrinum í samsvar við stýrisskipanarlógina?«

Málið, Óli Jacobsen sipar til, er yrkisráðið hjá Lønjavningargrunninum. Lógin um at seta eitt yrkisráð við umboðum fyri landsstýrið og feløg í vinnuni varð lýst 23. mei 1997. Hon varð sett úr gildi 11. desember 1998, uttan at ráðið var farið at virka.

Løgtingið - tvs. hvør einstakur tingmaður - hevur skyldu til at hava eftirlit við umsitingini hjá landsstýrinum. Tað kann hann gera við at seta munnligar ella skrivligar fyrispurningar. Er tingið ónøgt við umsitingina, kann hetta fáa avleiðingar, td. við at tingið samtykkir misálit á landsstýrismannin, sum umsitur málsøkið. Smb. § 23 í stýrisskipanini er hvør einstakur tingmaður frítt stillaður, tá hann tekur støðu. Hann er bert bundin av síni sannføring.

Borgarar uttan fyri løgtingsgátt kunna eisini fáa málið kannað við at heita á landsstýrismálanevndina um at gera hetta. Landsstýrismálanevndin kann eisini taka málið upp av sínum eintingum.

Arbeiðið hjá løgtingsformanninum er at leggja løgtingsarbeiðið til rættis og hava eftirlit við, at tingarbeiðið verður útint sambært galdandi reglum. Løgtingsformaðurin hevur ikki serligar heimildir, men er javntsettur við aðrar tingmenn, tá tað ræður um at hava eftirlit við umsitingini hjá landsstýrinum. Formaðurin hevur ikki skyldu til - og heldur ikki hug til - at meta um dygdina í arbeiðinum hjá hvørjum einstøkum tingmanni.


Finnbogi Ísakson

løgtingsformaður