Eyðun Mohr Hansen, Aðalstjóri, Almannamálaráðið
-----
Í opnum brævi fyrr í dag spyrt tú um ymisk viðurskifti, ið Almannamálaráðið hervið sendir Kringvarpinum.
Í samband við Heildarætlanina gjørdi arbeiðsbólkurin eina meting av kostnaðinum av teimum ymisku átøkunum, herímillum eisini útreiðslur til samskipara, og gjørdi út frá hesum eina fíggjarætlan fyri hvørt árið fyri tað tíðarskeiðið, verkætlanin er sett at vara. Samlaða upphæddin varð tá mett at vera 1.540 tkr. í 2013. Tá fíggjarlógin fyri 2013 varð samtykt, varð játtað ein minni upphædd t.v.s. 1.200 tkr.
Arbeitt verður enn eftir somu fíggjarætlan, t.v.s. somu almennu skjølum, sum arbeiðsbólkurin hevur sett upp fyri øll átøkini. Tó so, at átakið um viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap er skorið við tí upphæddini, ið vantar, og sum er munurin millum samtyktu fíggjarlógina og upprunaligu raðfestingarnar í heildarætlanini. Tó kann leggjast afturat, at viðgerðartilboð til børn er uppraðfest við 500 tkr.
Tú skrivar, at tit byggja tykkara tíðindaflutning á upplýsingar av heimasíðunu hjá Almannamálaráðnum, og at tað tí eru vit sjálvi, ið leggja villeiðandi upplýsingar viðvíkjandi heildarætlanini á heimasíðuna. Har liggja skjølini – Heildarætlanin og fylgifrágreiðing til hesa - í tí líki tey eru framleidd og handaði politisku skipanini. Hesi koma framvegis at liggja í frumritum á heimasíðuni. Og í slíkum skjølum ber ikki til at gera rættingar ella broytingar.
Tá tað kemur til upplýsingar um, hvussu peningur verður býttur í mun til tær ymisku játtanirnar á fíggjarlógini, so er ikki vanligt at leggja innanhýsis fíggjarætlanir út á heimasíðuna. Hesar kunnu tó altíð fáast til vega, um biðið verður um tær.
Viðvíkjandi tí partinum av fíggjarætlanini, sum snýr seg um løn og rakstur til samskipan, so sæst tað sjálvsagt ikki á heimasíðuni, hvat setti samskiparin veruliga fær í løn, so sum ført varð fram í sendingini við navns nevnilsi. Tað var skeivt og tað hava tit havt høvi til at rætta, tá tit fingu upplýsingar um faktuellu lønina. Annað ber ikki boð um góðan fjølmiðlasið.
Í mun til tíðindaflutningin í degi og viku 19. apríl 2013 haldi eg fast við, at fokus varð flutt frá endamálinum við verkætlanini til at snúgva seg um eina, skeiva, lønarupphædd til samskiparan. Og tað var tað, ið stóð eftir, tá sendingin varð liðug, og tað hevði klætt Kringvarpinum at fingið hetta á beint aftur beinanvegin.