Svar til Jógvan við Keldu

Eyðun Joensen, Vestmanna
-----

Mær dámar vanliga væl at lesa tað sum Jógvan við Keldu skrivar, væl at merkja, tá ið hann er sakligur. Í trimum teim síðstu greininum er fult av ósannindum og illgitingum. Veit ikki hvat bagir manninum, tí høvuðsendamálið hjá hansara flokki er nátt, nevniliga privatiseringin av landskassanum!!!!
Veit ikki nær Fólkaflokkurin hevur fingið ognarrættin til vinnulívsfólki í Føroyum, tað munnu vera fáir Føroyingar sum ikki glaðast, tá í tað gongur væl í fiskuvinnuni. J. v. K. nevnir nøvn, og tað kundi verið nevnd fleiri, bæði fyrrverandi og núverandi vinnulívsfólk sum løgdu lív og sál í, til gagns fyri land og fólk. Tað sum ger, at fólk missir álitið á vinnulívi er sjálvur Fólkaflokkurin!! Teir hava innført ein Ludomanivinnulívspolitikk, sum gevur somu møguleikar til ein kiosk- ella pylsuvognseigara, sum til framleiðslugøgnini, og tað hevur kosta landskassanum hundraðtals mill. Verður tað sagt alment, verður tað av Jógvan og fylgisneytum skírt at vera øvundsjúka og forfylging. Nú hevur J. v. K sjálvur sitið í Løgtinginum saman við 5 floksfeløgum, sum allir hava verið hinumegin bæði lógar og moralska markið. Veit ikki um hann hevur sitið á fremsta bonkið og sagt: "Fyrigev teimum, teir vita ikki hvat teir gera." Hvussu skal álitið vera á ein slíkan flokk? Trúgvi ikki at okkara virkisfýsna vinnulívsfólk góðtaka slíkt, og hvat siga okkara stríðsfýsnu vinnulívsfólk til, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin rennur sneisaørindi fyri Kaj Leo, til Danmarkar at hækka ríkisstuðulin?Er tað soleiðis, sum eg eri stórliga bangin fyri, at tann nýlibiralistiski fólkaflokkurin er ein bløðra, sum hevur stungið hol á seg sjálva, har libiralisman bara er galdandi fyri hini? Teir hava sett eitt heilt land í pant, fyri teirra eksperimentum. Tað sær ikki út sum J. v. K fær bønarsvar, ella?; men vit kundu kanska sagt tað felags: Fyrigev teimum, teir vita ikki hvat teir gera,og so fingið at vita , hvør hugburður taldi meira í himmiríki? Kanska sætta boð hevði gjørt munin
PS: Ludomani er verri at lekja enn narkomani og alkahollisma, og tað hevur longu ofer framyvir at kosta hundraðtals milliónir. Tað kallar J.v. K fyri øvundsjúka og forfylging??? Og tá J.v. K. skírir almennu fjølmiðlarnar at vera ov vinstrahallar og mælir til høgrasnaring, kann fólk bara fara á okkurt hissini bókasavn og lesa hvussu saklig høgrapressan var, við Óla Breckman á odda, har kann J.v. K. síggja, svart uppá hvítt, hvat forfylging er.
Nei, harra J.v.K, almennu fjølmiðlarnir sleppa tit aldrin at privatisera, hartil og ikki longur, nú er well, vit liva hóast alt í einum rættarsamfelag(sigst) har fólkaflokkurin ikki avgerð hvar markið gongur. Vit eru túsundtals onnur sum virða moralska markið, tað væntar í ólukkumát í fólkaflokkinum, forrestin, hvar aðrastaðni í heiminum er ein innbrotstjóvur settur sum fíggjarmálaráðharri? At tvey løgreglufólk eru vald inn á ting fyri flokkin, sær ikki út til at økja um trúvirði, tað er sum við meginparturin av tí sum kemur frá hasum flokki, tað reina bluff!!!!