Sjúrður Skaale
-----
Høgni Hoydal hevur í dag at m.a. mær fyri at tað eg havi sagt um makrelmálið á fólkatingi. Hann heldur at »Tað má og skal vera Føroya landsstýri, ið førir orðið og stendur fyri øllum samráðingum við heimild frá Føroya Løgtingi.«
Sjálvandi er tað landsstýrið – einans landsstýrið – ið skal føra hesar samráðingar.
Og tí havi eg aldrin – aldrin nakrantíð og ikki á nakran hátt! – blandað meg uppí samráðingarnar.
Eg havi einans tosað um eitt mál, sum er til viðgerðar í stjórnini og fólkatinginum: Nevniliga sanktiónir av Føroyum. Tað hevði verið løgið, um eg einki meinti ella segði um tað.
Ósemjan hevur eisini verið fyri í Norðurlandaráðnum, og har havi eg – eins og aðrir limir – talað fyri og tikið undir við eini samtykt um, at makrelbýtið skal gerast við støði í tí veruleika, at stovnurin hevur flutt seg inn í m.a. føroyskan sjógv. Heldur ikki tað er at blanda seg uppí sjálvar samráðingarnar.









