Eins og tit, undrast vit stórliga á, at skip, ið ikki fiska svartkjaft, fáa tillutað svartkjaftakvotu. Við hesum leggur landsstýrismaðurin beinleiðis upp til at gera kvotur, sum almennu Føroyar hava samráðst seg til, til handilsvøru hjá einstaklingum.
Nú Russland samráddi seg til 70% av føroysku svartkjaftakvotuni, og so mikið minni er eftir at býta okkara millum, er tað uppaftur meira ófatiligt, at tikið verður frá teimum, sum veruliga royna eftir svartkjafti, meðan aðrir koma at liggja oman á tilfeinginum til møguliga sølu. Hetta stríðir beinleiðis ímóti andanum í okkara fiskivinnulóggávu.
Fyri Javnaðarflokkin ber hetta boð um, at ferð nú má setast á arbeiðið at broyta okkara fiskivinnuskipan.