Svar til Eivind Jacobsen, formann í HSF

Terji Nielsen, blaðmaður

Formaðurin í Hondbóltssambandinum, Eivind Jacobsen, sigur í lesarabrævi, at tað eru skeiv tíðindi, ið Sosialurin ber um broytingar í Sunset-kappingini hjá kvinnum, sum var lýst í blaðnum í farnu viku.
Tá segði Eivind Jacobsen við undirritaða blaðmann, at tað var ein aðalfundarsamtykt frá aðalfundinum tann 29. mai 2004, at kappingin hjá kvinnunum skuldi víðkast til átta lið. Undirritaði blaðmaður eftirkannaði hetta  og fekk fatur á fundarfrásøgnini frá aðalfundinum, sum ein løgfrøðingur hevur skrivað fyri HSF. Fundarfrásøgnin er góðkend av starvsnevndini í HSF, og í hesi frásøgn stendur ikki eitt orð nevnt um víðkan av kappingini hjá kvinnum..