Tað er eitt løgið krav at seta, tí um hon er troytt av mínum greinum, so kann hon bara lata vera við at lesa tær. Tað er eingin náttúrulóg sum sigur, at øll skulu lesa alt sum stendur í bløðunum.
Munurin ímillum rætt og skeivt
Pauladóttir skrivar, at eg vísi ov ofta á, hvat onnur gera skeivt, heldur enn at vísa á, hvat mín egni flokkur ger rætt. Tað er tíverri ein fella, sum vit øll detta í av og á. Men tá tað er sagt, so er tað soleiðis í politikki, at eitt sjónarmið stendur altíð ímóti einum øðrum. Tí ber illa til at siga, hvat er rætt, uttan eisini at siga í mun til hvat (altso hvat er skeivt).
ABC hevur raðfest tey bleytu virðini
Greinin sum fekk bikarið hjá Majbritt Pauladóttir at flóta yvir, var ein sum kallaðist “So einfaldur er veruleikin ikki”. Tann greinin var skrivað sum eitt aftursvar til Bergtóru Høgnadóttir Joensen, ið vildi vera við, at tey bleytu virðini høvdu onga raðfesting fingið frá sitandi samgongu. (Ella fyri at brúka eina av ábreiðslunum hjá Majbritt Pauladóttir, so vísti Bergtóra á, hvat samgongan gjørdi skeivt, heldur enn at vísa á, hvat hennara egni flokkur gjørdi rætt).
Eg vísti á, at játtanin til almanna- og heilsumál er størri partur av fíggjarlógini nú, enn hon var tá CHE-samgongan ráddi fyri borgum. (Vísti á, hvat vit høvdu roynt at gjørt rætt). Í krónum er talan um eina øking í játtanini, sum er omanfyri 300 mió. krónur. Um Majbritt Pauladóttir kann prógva, at hesi tølini ikki passa, so skal hon vera meira enn vælkomin at rætta meg, men eg rokni við at tað verður trupult, tí tølini eru almenn.
Bleyt virði ella fullveldi
Eg vísti eisini á, at CHE-samgongan arbeiddi við at skerja 117 mió. krónur afturat av inntøkusíðuni hjá landskassanum á hvørjum ári, frá 2009 at rokna. Um tann ætlanin ikki varð steðgað, høvdu tey bleytu virðini verið sera hært rakt, men tíbetur fingu vit eina aðra samgongu, áðrenn tann ætlanin varð sett í verk. Men Majbritt Pauladóttir skal vera vælkomin at mótprógva henda pástand, um hon heldur seg kunna tað.
Og so vísti eg eisini á, at tað ber ikki til at raðfesta pengar, sum ikki eru til. Eisini tað skal Majbritt Pauladóttir vera vælkomin at mótprógva, um hon vil.
Keðiligt
Men fram um alt, so skal hon vera vælkomin at lata vera við at lesa mínar greinar, um hon heldur, at innihaldið gongur hennara meiningum ov nær. Tað er nevniliga øðiliga keðiligt at skula viðganga, at vit ikki hava ráð til alt, og at jú meira vit taka burturav á inntøkusíðuni, minni hava vit at eftir at gera gott við á útreiðslusíðuni.
Vælferð heldur enn fullveldi
Viðvíkjandi spurningi hennara um, hvat eg vil í politikki, so vil eg virka fyri einum vælferðarsamfelagi, har føroyingar kunnu liva væl og trívast. Tað hevur, eftir mínum tykki, nógv størri týdning, enn tað at kunna kalla Føroyar ein fullveldisstat við ongum innihaldi.










