Svar til Edmund Joensen

Lat meg enn einaferð gera greitt, at tíðindadeildin leggur stóran dent á óheftni í okkara virki. Fari aftur at vísa á, at tíðindaflutningur okkara í Eik málinum bygdi á skjøl, sum vit høvdu fingið innlit í, og at hetta vóru nýggjar upplýsingar, sum vóru viðkomandi fyri málið.
Tú sigur, vit bera ósonn tíðindi, men eg vil staðiliga vísa hesum aftur, og fari at heita á teg um at lata vera við at koma við tílíkum ákærum. Eg fari samstundis at vísa tær á møguleikan tú hevur at klaga til fjølmiðlanevndina, um tú er misnøgdur og heldur okkurt vera at klaga um.
Vinarliga
---------------
Beinta Løwe Jacobsen, Redaktiónsleiðari, Kringvarp Føroya