Svar til Annemi Joensen

Viðvíkjandi Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar heldur enn Heilsuatstøðingar

Beinta Pedersen
?????????
Eg fari at spyrja teg um tú veit hvat heilsuatstøðinga-útbúgvingin er fyri nakað og hví hon kom ?
Jú tað er ein breið útbúgving hvar tú kemur runt um allan borgaran : Persónlig røkt, medicin, aktivering og reingering.
ùtbúgvingin kom tí sjúkrarøktafrøðingar høvdu ov nógv um oyruni, so heilsu atstøðingarnir kundu lætta um arbeiði hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
Tað er naka sum eitur samarbeiði, men tað dugi eg ikki at lesa meg til, at tú veit naka um.
Er tað nøkur røkt sum er góð, so eru tað heilsuhjálparar og heilsu atstøðingar, teir eru um borgaran allan dagin og kunna observerað. Teir flestu sjúkrarøktarfrøðingar eru ikki so glaðir fyri at verða í røktini, teir vilja heldur doserað medicin, sárrøkt og tað sum har hoyrur til.
Um allir bólkar vóru í røktini, kundi man brúkt hvønn annan og deilt erfaringar, also samarbeiði ístaðin fyri mótarbeiði og magt.
Tað er ikki lætt at arbeiða sum heilsuatstøðingur í Føroyum, man rennur seg ímóti einum múrið alla tíðina og nógvar sleppa ikki at brúka sína útbúgving tí sjúkrarøktarfrøðingar hava misskilt.
Vit ætla ikki at taka naka frá sjúkrarøktarfrøðingum men at samarbeiða. Vit eru heilsuatstøðingar og vita útmerka at vit ikki hava somu vitan sum sjúkrarøktarfrøðingar.
Eg vil enda við at siga, at tað er spell at tú ikki dugur at sýggja útbúgvingina hjá heilsuatstøðingum bara kann gera røktina betur.
Tað verður gott tá ið vit eisini fáa eitt stykkið av lagkøkuni og blíva meira virdar.