Svar og viðmerkingar

   

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
?????????????????????????????

Eg má koma við nøkrum sakligum viðmerkingum til tykkum tríggjar, John Johannesen, Páll á Reynatúgvu og Sólvit Simonsen.

Fyrst til John Johannesen, løgtingsmann
Hvat er trupulleikin, tú tosar um, hetta at peningurin ikki verður fluttur frá listaskúlanum til musikkskúlan, er næstan ein níðingsgerð. Hví, valsignaði finn handan peningin í tínum egna valdømi, hví skal Sandoyggin ofrast?
Tað hevur verið tosað nógv um lista- og ítróttarskúla í 6 ár. Tann einasti sum tímdi av landstýrisfólkunum, sum øll vórðu úr tjóveldisflokkinum varð Anita á Fríðriksmørk. Hon hevði ein positivan fund við øll bygdarráðini í Sandoynni. Bygdarráðið í Skopun bjóðaði ókeypis planerað grundstykkið til lista- og ítróttarskúlan. Síðan veit eg ikki so nógv um skúlan, uttan at peningur bleiv játtaður 500.000 kr, sum kundu brúkast til projektering.
John, Hvat ítróttarhøll viðvíkur, so er tað so, at tað initivativið skal koma úr Sandoynni.
Tað sum skilur partarnar er, at eg og alt bygdarráðið í Skopun hava ta áskoðan, og møguliga onnur bygdarráð við, at ein høll skal tengjast upp í Meginskúl-anum og verða ogn hjá honum (kommununum). Onnur meina, at tað kann gerast á annan hátt, men hetta finna vit nokk út av. Afturat hesum er hetta ein peningarligur spurningur. Tað sum landið hevur játtað er 45% av 12 mió kr, so er spurningurin, um vit kunnu byggja eina høll fyri hesar 12 mió kr, og verður høllin dýrari (hvat hon helst verður) gjalda kommununar í oynni 100% av meirkostnaðinum.
John í tínum fyrsta skrivi fáa fólk ta uppfatan, at tað sum tú skrivar, er vilji Javnaðarfloksins. Tað er tað vælsaktans ikki, annnars hevði eg væl saktans verið kunnaður um tað? Hetta vórðu nakrar viðmerkingar til partamannin John Johannesen.
Síðan farið eg at venda mær til Páll á Reynatúgvu.
Eg harmist um, at tú skal verða einvísur og órættvísur í skrivi tínum, har tú roynur so hjartaliga, at gera øll onnur til einkis. Tað sum er fallið Sandoy í lut, tað er bara tær fyri at takka. Sum tú sjálvur sigur, so er tú gubbi at øllum. Eg skal geva tær rætt í, at tú arbeiðir fyri valdømið, tað er ein sjálvfylgja. Men so harfrá at boða Føroya fólkið frá, at tað er bara tú, sum hevur arbeitt einsamallur fyri øllum, sum er komið til okkara, tað er væl saktans uttan fyri allar grensur. Eg meini sjálvur, at eg og hini tingfólkini hava gjørt ein innsats, ella hvat Páll.
Latið okkum samstarva heldur enn at seta kílar ímillum, tí tað førur einki til. Sandoy og hinar báðar oyggjarnar krevja meir enn so av okkum!
Tú veit væl Páll, at tú smíðaðu ikki ímeðan jarnið var heitt, Tú sjálvur varð 6 ár í samgongu og einki hendi við lista- og ítróttarskúlanum. Men eg skal royna mítt besta, sjálvsakt saman við tær, og restina av tingmanningini.
Eitt sum eg meti varð ósatt, var tá tú sigur, at samgongan fall málið um lista- og ítróttarskúlan, so er ikki heilt rætt, tí eg atkvøddi fyri, ella minnist tú ikki tað? Men Páll latið okkum arbeiða saman heldur enn tað øvugta.
Eg veit ikki heilt hvat eg skal siga við partamannin Sólvit Simonsen.
Tú nevnir ofta ungdómin í talu og skrift og minnist eg, at eg sum 14 ára gamal var ein túr við »Dagstjørnuni«, har tú var stýrimaður. Tú vart góður við okkum ungu, so tú eigur alla respekt frá mær. Men tað eru nógv ár fráliðin síðan tá, og eru vit báðir blivnir nøkur ár eldri, og báðir hava vit áhuga í politikki.
Tú hevur eftirhondini skrivað nógv lesarabrøv, nógv hevur verið gott, men ofta havi eg fingið eitt »prik«, meðan hin tingmaðurin verður meira borin á gullstóli.
Men Sólvit, John Johannesen løgtingsmaður, tosaði ikki søk Javnaðarfloksins, ella er okkurt spinnandi galið!
Sólvit eitt kann eg vissa teg um, og tað er tað, at eg gerið mítt besta fyri valdømið.
Tú nevnir, at stuðulin, sum varð givin til at gera virkini klár við, var einki at tosa um. Har gevi eg tær ikki rætt, men vil takka teimum, sum tá umboðaðu Sandoy, Skúvoy og Dímun, Nevniliga Jógvan Adolf Johannesen og John Petersen og so sanniliga eisini teimum monnum, sum startaðu virkini uppaftur og eiga tey í dag. Virkini eru avgerandi fyri Sandoy. Sjálvt um tíðirnar eru baldruttar hjá virkjum kring landið, so havið eg tað trúgv, at tað fer at ganga framá aftur.
Tað stendur skrivað í matarhøllini í Skopun, og á Sandi so vakurt:
»Gongst Sandoy Seafood væl, gongst eisini tær væl«
Ein kundi eisini sagt soleiðis:
»Gongst Sandoyar sókn væl, gongst eisini okkum væl«
Til síðst, latið okkum í Sandoyðar valdømið standa saman sum ein.