Hetta er beinleiðis ósatt og hetta veit formaðurin í Starvsmannafelagnum, tí hann er vitandi um, at dagrøktarmammurnar í øllum kommunum uttan Klaksvík og Havnini, har Starvsmannafelagið hevur roynt at troka seg inn, eru limir í lokalfeløgum okkara.
Dagrøktarmammurnar eru tíverri ikki einasta dømi, tí Føroya Arbeiðarafelag hevur eisini víst á onnur konkret dømir, har Starvsmannafelagið hevur gjørt sáttmála sum umfataði limir hjá lokalfeløgum okkara, og einki av hesum dømum hevur Starvsmannafelagið víst aftur.
Tá formaðurin í Starvsmannafelagnum kemur við pástandi um, at dag-røktarmammurnar hava verið ein forsømdur bólkur, og at felag okkara hevur havt ríkiligt av tíð at fáa viðurskiftini hjá teimum í rættlag, so kann eg vísa á, at vit í longri tíð hava arbeitt við at fá aí lag sáttmála fyri dagrøktarmammurnar, og her hava dagrøktarmammurnar verið við, so okkara partur hevur ikki ligið eftir.
At pástanda, at Kommunala Starvsmannafelagið í Havn hevur æruna av, at rættlag er komið á viðurskiftini hjá dagrøktarmammunum er burtur úr vón og viti, tí Føroya Arbeiðarafelag er tað fyrsta felagið, sum hevur gjørt uppskot til og hevur fingið í lag sjálvstøðugan sáttmála sum bert er galdandi fyri dagrøktarmammurnar.
Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagið í Havn hevur í sínum sáttmála bert nakrar fáar linjur um dagrøktarmammur, tí sáttmálin hjá hesum felag er gjørdur fyri skrivstovufólk, og tí verða reglurnar fyri onnur starvsfólk so sum dagrøktarmammur bert eitt uppískoyti, og tað kann sjálvsagt ikki vera nøktandi. Dagrøktarmammurnar í Havn vístu eisini fyri fáum árum sína misnøgd við reglurnar í sáttmálanum hjá nevnda felag.
Annars kann eg undirstrika at Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagið í Havn hevur onki havt við sáttmála at gera uttanfyri Havnina, tí á øki Føroya Arbeiðarafelags hava teir ongantíð havt nakað at gera.
Starvsmannafelagið hevur heldur ikki gjørt nakran øðrvísi sáttmála enn tann, sum Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagið hevði gjørt í Havnini, áðrenn Felagið fór uppí Starvsmannafelagið.
Tað sum vit í Føroya Arbeiðarafelag og lokalfeløgunum fílast á er, at Starvsmannafelagið aftan fyri ryggin á okkum er farin til kommunurnar, hóast tey vita at so at siga allar dagrøktarmammur hava arbeitt innan fyri sáttmálaøki okkara, og at hesar dagrøktarmammur framvegis eru limir í lokalfeløgum okkara.
At verja seg við, at tað eru ávísar kommunur, sum hava biðið um at fingið sáttmála, sum eisini er galdandi fyri dagrøktarmammur, er bert ein bílig umbering, tí vit hava kunnleika um hvussu Starvsmannafelagið er farið fram í sambandi við royndir teirra at fáa limir okkara við í sáttmála teirra. Um Starvsmannafelagið hevði havt virðing fyri fakmørkum okkara, so hevði felagið ikki farið inn á økið hjá øðrum fakfeløgum uttan mun til um arbeiðsgevaraparturin (í hesum føri kommunurnar) høvdu lagt upp til hetta ella ikki. Tað nyttar tí einki hjá Starvsmannafelagnum at royna at geva kommunum skyldina.
Eg haldi tað er nógv fyri, at formaðurin í Starvsmannafelagnum eisini vil leggja okkum til last, at vit ikki hava fingið í lag sáttmála fyri dagrøktarmammurnar fyrr enn nú, og at vit ikki gera nakað fyri hesar limir okkara.
Um vit skulu gera eina meting av hvør hevur tikið sær betur av limum sínum, so skulu vit ikki longur enn 7-8 ár aftur í tíðina, tá Starvsmannafelagið bakkaði fyri Fíggjarmálastýrinum og fyrst av øllum góðtók ein lønarniðurskurð, soleiðis at øll hini alment løntu vórðu tvingaði at góðtaka at lønin hjá limunum var sett niður við uml. 8%. Er hetta at taka sær av áhugamálunum hjá limunum?
So at Starvsmannafelagið setti spor eftir sær har, er einki ivamál um.
Her stóð Føroya Arbeiðarafelag, saman við hinum feløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum fast, og vit tryggjaðu limum okkara at løn teirra ikki fór niður. Tað kostaði eisini nógv fyri feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum at halda tørn, so lønin ikki fór niður.
Eg haldi at tað fyri fakfeløgini sum heild hevur sera stóran týdning, at feløgini virða tey fakmørk, sum vit hava havt so at siga síðani feløgini vóru sett á stovn.
Tað er tí ein vanlukka fyri fakfeløgini og limir teirra, at Starvsmannafelagið ikki vil virða hesi fakmørk, tí tað kann ikki annað enn skaða samstarvið millum feløgini, og tann sum fær fyrimun av tí er arbeiðsgevaraparturin. Eingin ivi er um, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri samstarv okkara við Sjeymannabólkin, tí vit kunnu sjálvandi ikki hava samstarv við eitt felag sum fer aftan fyri ryggin á okkum og roynir at gera sáttmála sum umfatar limir okkara.
Eitt skulu Starvsmannafelagið og kommunurnar tó vita og tað er, at vit fara ikki at sita hendur í favn um limir okkara, beinmleiðis ella óbeinleiðis verða tvingaðir upp í Starvsmannafelagið, og tí fara vit at taka tey stig, sum neyðug eru fyri at forða fyri hesari gongdini.
Tórshavn,
hin 28. sept. 2000
Ingeborg Vinther